B36 hevur mist oddasessin í Formuladeildini til NSÍ dagin fyri, at tað eftir stuttan summarsteðg verður farið undir aftur landskappingina.
Orsøkin er tann, at yvirkærunevndin hevur kollrent úrskurðin hjá aganevndini, sum tók undir við B36, tá ið árstalsfelagið í kæru kravdi, at B36 skuldi góðskrivast fyri øll trý stigini eftir landskappingardystin á heimavølli imót Skála. Hetta var 13. mai í 9. umfari. Úrslitið var 1-1, men B36 kærdi, tí ein av skálaspælarunum var ikki á dómaraseðlinum.
Avgerðin vakti undran, tí talan var um støðu, sum var ímóti avgerðum í sovornum førum nógvu tey seinastu árini.
Avgerðin varð løgd fyri yvirkærunevndina, sum nú hevur gjørt av, at fyrisitingarligt mistak ikki skal hava ávirkan á stigatalvuna. Harvið verður støðutalvan broytt soleiðis, at B36 missir tvey stig, og at Skála fær eitt stig.
Avgerðin er ikki almenn enn, men Portalurin veit, at yvirkærunevndin hevur tikið hesa avgerð.
Støðan undan 17. umfari í Formula deildini er tískil:
NSÍ 35 stig
B36 34 stig
EB/Str 29 stig
HB 24 stig
Skála 23 stig
GÍ 23 stig
B71 21 stig
KÍ 15 stig
AB 10 stig
VB/Sumba10 stig









