B36 hevur í dag gjørt nýggjan tvey ára sáttmála við Alex Mellemgaard. Hann hevur síðani 2014 verið ein lyklaspælari hjá B36, har hansara eginleikar við bóltin mangan hava verið grundin undir uppspælinum hjá árstalsfelagnum.
- 28 ára gamli vinstri bakkurin, sum kom til B36 í 2014, tekur í minsta lagi 2 ár afturat í B36. Í gjár bleiv hann kosin dagsins spælari ímóti ÍF, og nú hava hann og B36 so longt um samstarvið, soleiðis at Alex eisini spælir við B36 í 2021 og 2022, skrivar B36 á Facebook, nú felagið er í holt við at gera nýggja heimasíðu.
B36 vann mikukvøldið 2-1 á ÍF í landskappingini, og er enn við í stríðnum um at koma í Evropa til komandi kappingarár. Alex Mellemgaard javnaði upp á brotsspark, og átti uppleggi til møguleikan, sum í aðru atløgu gav vinnandi málið. B36 spælir sunnudagin í Sarpugerði móti Víkingi.
##ms##