B36 hevur framvegis fult stigatal

AB stóð eftir við ongum eftir at hava verið frammanfyri tað mesta av tíðini

Tað er øgiligur fagnaður í B36 leguni á Argjum, meðan teir í heimaleguni eru ógvuliga vónbrotnir.

Vónbrotið kemst av, at AB var frammanfyri 1-0 frá tí, at miðverjin Sørin N. Samuelsen tíggju minuttir undan steðginum stútaði heimaliðið framum, og inntil tað bara restaði ein lítil løta.

Fagnaðurin í B36 leguni kemst av, at liðið eftir trý umfør framvegis hevur fulla úrtøku. Tað sá leingi einki út á Argjum, har tað gekk illa at finna málmøguleikar.

Tá ið tað restaðu fimm minuttir, sá Bjarni Skála hjá AB gult fyri aðru ferð, og so var AB undirmannað síðstu løtuna, tá ið setningurin var at verja 1-0 leiðsluna.

 

Jákup á Borg var noyddur at seta Andrass Johansen inn í álopið, tá ið Brian Jakobsen tíðliga í seinna hálvleiki varð skaddur. Síðani skifti hann Hannes Agnarsson og Gilla Samuelsen inn. Innskiftararnir áttu avgerandi leiklut, tá ið B36 eftir lítlari løtu fram ímóti dystarenda vendi 1-0 til 1-2.

 

Andrass Johansen javnaði við stútara, eftir at innskifti Hannes Agnarsson legði innfyri, og Benjamin Heinesen skoraði sigursmálið, eftir at innskifti Gilli Samuelsen legði innfyri.

----

90) 1-2

LIÐUGT

87) 1-2

1-2: Benjamin Heinesen

Eftir at hava ligið undir mesta partin av tíðini hevur B36 vent øllum á høvdið. Nú var tað Benjamin Heinesen, sum úr tveimum metrum fekk bóltin innum strikuna. Innskifti Gilli Samuelsen átti innleggið úr høgru. AB málverjin royndi at boksa burtur, men bólturin rakti í ryggin á verjuspælara og datt fyri føturnar á Benjamin Heinesen, sum takkaði fyri og skoraði.

 

86) 1-1

1-1: Andass Johansen

Innskifti Hannes Agnarsson leggur innfyri úr høgru, og við handara stólpa er innskifti Andrass Johansen hægstur og stútar bóltin í málið.

85) 1-0

REYTT KORT: Bjarni Skálahjá AB sær reytt fyri tvey gul kort.

 

80) 1-0

B36 roynir at styrkja um framrættaða partin. Vongverjin Jónas Tór Næs fer at vøllinum, og í hansara stað verður settur Hannes Agnarsson, sum hevur verið skaðadarvaður.

 

75) 1-0

Sólin skínur aftur á Argjum, og heimafólkið sólar sær. Verjuspælið er væl skipað, og støðugt verður bíðað eftir møguleikanum at fara í skjótt mótálop. Í tveimum førum hevur verið tætt við, at tað er eydnast.

B36 hevur bóltin meiri enn heimamenninir, men tað gongur illa at vinna upplagda málmøguleikan.

 

62) 1-0

Tað gongur einki hjá B36, sum nú misti fremsta álopsspælaran:

Brian Jakobsen verður skiftur út, tí hann varð skaddur í pannuni eftir samanbrest við AB málverjan í kapping um bóltin eftir innlegg.

Andrass Johansen verður settur í B36 álopiå.

 

57) 1-0

GULT KORT: Andrias H. Eriksen, sum er miðverji og liðformaður hjá B36, sær gult fyri fríspark. Tað er ikki frítt, at teir í árstalsfelagnum kennast vera strongdir.

55) 1-0

B36 skiftir út: Gilli Samuelsen avloysir Ragnar Samuelsen. Talan er um framrættaða skifting.

 

50) 1-0

Í B36 leguni vónaðu teir, at tað ikki fór at verða neyðugt at seta Lukasz Cieslewicz á vøllin í dag. Hann er millum eykamenninar, men nú er hann farin at hita upp.

 

47) 1-0

B36 vinnur fríspark, og Árni Frederiksberg roynir seg úr átjan metrum, men bólturin fer væl omanfyri málið.

 

46) 1-0

Ongar aðrar skiftingar enn hon, sum AB gjørdi eftir hálvan tíma, nú farið verður undir seinna hálvleik.

--

Spælararnir eru farnir undir tak at rinda møðina og leggja ætlanir fyri seinna hálvleik. Sorin Anghel og hansara menn tosa um, hvussu teir skulu verja leiðsluna og møguliga økja um munin, eftir at Sørin N. Samuelsen við stútara legði AB framum.

Hjá Jákupi á Borg og B36 er setingurin at svara aftur. B36 hevur vunnið tveir teir fyrstu dystirnar, men nú liggur árstalsfelagið undir.

Tá ið dómarin bríkslaði fyri fyrstu ferð fyri einum lítlum tíma síðani skein sólin, og líkindini at spæla bólt vóru av teimum fagrastu.

Nú er tað eitt frekt kavaæl á Argjum, har vøllurin hevur hug at hvítna. Men tað er eingin orsøk at kvíga fyri, at tað ikki fer at bera til at spæla í trý korter aftrat.

 

HÁLVLEIKUR

1-0

Lotið er vaksið eitt lítið sindur. Tað órógvar á ongan hátt fótbóltsspælið. Í seinna hálvleiki fer heimaliðið at hava lítla lotið ímóti.

 

42) 1-0

Nú var tætt við, at B36 javnaði. Árni Frederiksberg legði innfyri úr høgru, og Benjamin Heinesen var í góðari støðu handaru megin, tá ið hann setti fótin á bóltin, sum fór væl við síðuna av.

 

35) 1-0

1-0: Sørin N. Samuelsen

AB hevur lagt seg framum. Bárður Olsen legði við hornasparki innfyri úr høgru, og miðverjin Sørin N. Samuelsen var hægstur, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í handara síðunetið.

 

30) 0-0

AB skiftir út: Bjarki C. Nielsen fer skaddur av vøllinum, og í hansara stað verður settur Tóki á Lofti.

 

26) 0-0

GULT KORT: AB miðverjin Sørin N. Samuelsen sær gult fyri at halda Brian Jakobsen.

 

20) 0-0

So var aftur tætt við, at B36 legði seg framum. Brian Jakobsen var leysur innanfyri verjuna, men Heðin Stenberg í AB málinum megnaði akkurát at takla.

 

10) 0-0

Hans Jørgensen verjir B36 málið í dag. Lukasz Cieslewicz er á B36 beinkinum saman við eitt nú Hannes Agnarsson og Gilla Samuelsen.

 

06) 0-0

B36 hevur verið tætt við tvær ferðir. Alex Mellemgaard royndi seg av brotsteigarmarkinum. Skotið var gott, men verjan taklaði út til horna. Tá ið lagt varð innfyriúr høgru stútaði Bjarni Petersen, og bólturin fór dygst omanfyri málið.

 

00)

Tað er av fagrastu líkindum á Argjum, har sólin sær oman og niður. Men tað er bítandi kalt.

 

AB - B36 kl. 15.00

Dómari: Rúni Gaardbo

AB: Heðin Stenberg - Leivur Holm Joensen, Eli S. Christiansson, Jobin Drangastein, Bárður Olsen, Mikkjal Hentze, Heri H. Mohr, Sørin N. Samuelsen, Rógvi Poulsen, Bjarki C. Nielsen, Ragnar Skála

B36: Hans Jørgensen - Andrias H. Eriksen, Jónas Tór Næs, Bjarni Petersen, Eli Falkvard Nielsen, Árni Frederiksberg, Alex Mellemgaard, Erling Dávidsson Jacobsen, Brian Jakobsen, Benjamin Heinesen, Ragnar Samuelsen