B36 hevur FM-møguleikan í egnum hondum (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu Lukasz Cieslewicz skoraði sigursmálið hjá B36 móti Víkingi, og hoyr samrøðu við Hugin Samuelsen

##med2##

- Tað er stórt at hava møguleikan at spæla eina FM-finalu, og tað skal ein virðismeta. Orðini eigur ungi áleyparin hjá B36, Hugin Samuelsen.

Hugin Samuelsen og hinir í B36 gjørdu sítt, tá B36 í torførum útidysti í Sarpugerði í Norðragøtu vunnu 1-0 á Víkingi við sigursmáli Lukasz Cieslewicz skoraði tá 10 minuttir vóru farnir av dystinum.

KÍ vann 3-2 á NSÍ í Klaksvík, og tað merkir, at B36 má vinna á KÍ á ovara vølli í Gundadali í Havn komandi leygardag um B36 skal vinna FM-heitið. KÍ skal bara hava javnleik, so eru teir kongabláu FM-vinnarar.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá sigursmálinum hjá B36 í Sarpugerði í Norðragøtu.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Hugin Samuelsen hjá B36.

(Hoyr: Sigursmálið hjá Lukasz Cieslewicz og samrøðu við Hugin Samuelsen)