Fyrsta uppgerðin millum grannarnar í Gundadali verður seinnapartin. Trýstið er á meistarunum í HB, sum eftir trý umfør eru fýra stig aftanfyri B36, ið higartil hevur verið flúgvandi og hevur vunnið fulla úrtøku.
Síðani 2005 hevur kappingin verið skipað soleiðis, at liðini spæla tríggjar ferðir ímóti hvørjum øðrum. Tað er bara einaferð komið fyri, at annað felagið hevur vunnið allar grannauppgerðirnar í Gundadali. Tað var í 2011, tá ið B36 vann FM og allar tríggjar dystirnar ímóti HB.
Í fjør var HB omaná. Eftir 1-1 í fyrsta dystinum vann HB 2-1 og 3-1. Tølini siga, at tað er torført at taka dagar ímillum. Síðani túsundáraskiftið hava B36 og HB dystast 52 ferðir í landskappingini. B36 hevur vunnið seytjan ferðir, HB hevur vunnið fimtan ferðir, og tjúgu ferðir er tað endað javnt. Málmunurin er 76-76!
Hjá HB eru Sebastian Pingel og Tróndur Jensen framvegis á skaðalistanum.
B36 skaðalistin er munandi longri. Átta spælarar eru skaddir, og ivi er um tveir lyklaspælarar:
Skaddir eru málverjarnir Rói Mørk Hentze og Símun Rógvi Hansen og útispælararnir Hannes Agnarsson, Magnus Holm Jacobsen, Róaldur Jakobsen, Hugin Samuelsen, Michal Przybylski og Erlendur Magnusson.
Brian Jakobsen fór skaddur av vøllinum miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið B36 vann 2-1 á Argjum. Tá var Lukasz Cieslewicz á beinkinum alla tíðina. Tað er ivasamt, um teir eru førir fyri at spæla ídag.











