B36 hevur bundið um í verjupartinum

B36 hevur ikki latið eitt mál inn eftir summarsteðgin, og tað eru nú nógvir minuttir tilsamans.

B36, sum stevnir beint ímóti at endurvinna FM-heitið, hevur seinastu dystirnar megnað at binda fullkomiliga um í verjupartinum. Einki lið hevur megnað at skotið eitt mál ímóti teimum eftir summarsteðgin.

Hóast tað mangan leikti hart á frammanfyri B36-málinum ímóti Víkingi í gjár, so megnaði B36 at vinna 1-0. Hetta var fimti dysturin á rað, at B36 einki mál fekk ímóti sær.

Seinasta lið, sum hevur skotið eitt mál ímóti B36, er AB. Hetta var 26. juni á Argjum, har B36 vann 3-1, og Jógvan Skeel Nolsøe javnaði til 1-1 í 39. minutti. Tað merkir, at B36 nú hevur hildið málið reint í 501 minutt.