B36 hevur bóltin og HB skorar málini

Gullið tykist vera flogið, og harvið eru tað silvurkrónurnar, sum standa upp á spæl í Gundadali.

At siga at tær standa upp á spæl er ikki rætt, tí HB tykist hava tryggjað sær silvurmerkini.

Trettan minuttir undan leikloki hevur Fróði Benjaminsen skorað enn eina ferð, og harvið er støðan nú 3-0 til HB.

Tað var innskifti Rókur Jespersen, sum breyt ígjøgnum í høgru og legði væl innfyri til Fróða, sum smekkaði bóltin í netið aftanfyri Meinhard Joensen í B36 málinum.

Hóast B36 er undirmannað, so hava teir á árstalsfelagnum havt bóltin væl meiri í 2. hálvleiki, enn teir í HB hava havt. HB hevur bíðað og lúrt, og tað hevur eydnast væl.