Í kvøld klokkan 19 skal B36 spæla móti kroatiska HNK Rijeka í 3. undanumfarinum í UEFA Conference League. Hetta er fyrri dysturin og B36 hevur alt fólkið tøkt.
Tað merkir at Dan Brimsvík kann velja millum allar spælararnar í hópinum til dystin. Símun Sólheim fór av vøllinum á Dungasandi í 2-2 javnleikinum móti 07 Vestur, men er meldaður tøkur til í kvøld.
B36 var ein minutt frá einum góðum sigri á 07 Vestur mánakvøldið. Fleiri spælarar blivu spardir og aðrir tóku við, men í seinasta minuttinum javnaði 07 Vestur til 2-2. Nú skal B36 aftur takast við evropeiska mótstøðu.
HNK Rijeka verður roknað sum triðjstørsta felagið í Kroatia aftaná Dinamo Zagreb og Hadjuk Split. Felagið spældi móti Víkingi í 2014 og vann greitt 5-1 og 4-0. Tá var HNK Rijeka javnan í Europa League bólkaspælinum.
Seinast liðið var í Europa League bólkaspælinum var í 2020/2021. Í fjør reyk liðið út móti svenska Djurgården. HNK Rijeka vann í 2. undanumfarinum móti Dukagjini úr Kosovo. 1-0 í Kosovo og heili 6-1 á heimavølli.
B36 hevur vunnið samanlagt á Paide úr Estlandi og Haverfordwest úr Wales. Hesa ferð er talan um greitt sterkari mótstøðu og tí verður B36 væntandi at síggja í eini meiri verjukendari útgávu. Helst við trimum í miðverjuni eins og KÍ gjørdi týskvøldið.
Dysturin byrjar klokkan 19.