B36 hevur í vikuni havt aðalfund. Rokniskapurin vísti eitt yvirskot á 2,2 milliónir krónur. Tað kemur væl við, nú felagið ikki rakk evropesiskari luttøku til komandi kappingarár.
Samlaðu inntøkurnar fyri 2020 vóru 11,4 milliónir krónur. Av teimum komu beint yvir átta milliónir krónur fyri luttøku í Evropa. B36 skrivaði føroyska fótbóltssøgu við at vinna seg víðari heilar tríggjar ferðir.
B36 vann fyrst á útivølli móti St Joseph’s av Gibraltar. Síðani komu tveir dramatiskir dystir á Tórsvølli, har B36 fyrst vann á estiska Levadia eftir longda leiktíð, og síðani eftir brotssparkskapping móti the New Saints úr Wales.
Samlaðu starvsfólkalønirnar vóru 5,4 milliónir krónur við bonus. B36 er ikki í Evropa komandi kappingarár, og tað kemur at ávirka rokniskapin fyri 2021. Málið er nú at koma aftur í Evropa.