Fótbóltur
B36 stevnir beinleiðis ímóti FM-heitinum. Sigurin á KÍ í Klaksvík og tapið hjá GÍ móti NSÍ merkir, at sjálvt ikki ein ógvuliga bjartskygdur gøtumaður hevur vónir um at taka heitið frá havnarliðnum. Við at vinna meistaraheitið tryggjar B36 sær samstundis greipuna fyri fyrstu ferð í søgu felagsins.
Enn er alt tó ikki avgjørt, tí B36 skal hava ein sigur móti HB næsta vikuskiftið fyri at tryggja sær FM. Um tann dysturin verður vunnin, so setir B36 nýtt met við at vinna trettan dystir á rað. HB eigur metið við tólv dystum í 1974.
KÍ fór eftir sigrinum
Frá byrjan av var eingin ivi um, at klaksvíkingar fóru eftir sigrinum. Kurt Mørkøre og Aleksander Djordjevic vóru allatíðina vandamiklir og góvu B36-verjuni mikið høvuðbrýggj. Álopsparið er sterkt í luftspælinum og tað var eftir høvdarar frá teimum báðum, at Kí var nær við at leggja seg framum.
B36 hevði tó fyrsta stóra málmøguleikan. Jákup á Borg fór hegnisliga framvið tveimum verjuleikarum, men varð órógvaður í skotløtuni, og tí bjargaði Meinhard í málinum. Jákup vildi hava brotsspark, men Niklas á Líðarenda lat ikki við seg koma.
Dómarin hevði annars eina ógvuliga torføra uppgávu, tí nógvir harðir nærdystir vóru, og leikararnir grenjaðu um nærum hvørja avgerð hjá Niklasi. Eisini var nógv munnhøgg innanhýsis millum leikararnar, sum var ógvuliga sjónligt. Dómarin var noyddur at bríksla fyri ógvuliga nógvum fríspørkum gjøgnum dystin, tí leikarar vóru heitir.
Restina av hálvleikinum var heimaliðið vandamiklari og var ógvuliga nær við at skora fyri steðgin.
Nærmast var Kurt Mørkøre, sum allatíðina var ein hóttan móti málinum hjá Tróndi Vatnhamar. Hjalgrím Eltør fór hegnisliga framvið Jens Kristiani Hansen og legði innfyri til Kurt Mørkøre, sum høvdaði uppum staddur tætt undir málinum. Pól Thorsteinsson ansaði eftir Kurt henda dagin, og vágbingurin hevði eina torføra uppgávu, tí Kurt spælir harðliga og er allatíðina á markinum til tað ólógliga. Teir báðir høvdu eisini ein persónligan dyst sínámillum.
Kurt var aftur nær við at skora løtu seinni. Hann var fyrstur á einum bólti inni í málteiginum og lyftir uppum málverjan, sum kom út ímóti. Pól Thorsteinsson bjargaði tó á strikuni og beinir burtur.
Næsta málmøguleikan hevði Aleksander Djordjevic. Hann setti høvdið á eitt innlegg úr høgru. Tróndur hálvbjargar bóltin á stongina, har B36 verjan er fyrst at beina burtur.
Kurt á blettinum
KÍ tók við eftir steðgin, har teir sleptu. Heimaliðið spældi uttan at vera bangið fyri tapi og hevði fleiri sera nask álop beint eftir steðgin.
Tíðliga í hálvleikinum varð Aleksander Djordjevic spældur leysur av Tomislav Sivic, men skotið fór á stongina aftanfyri Trónd.
Kurt Mørkøre, sum hevur skorað í nærum øllum dystunum, hann hevur spælt fyri KÍ í ár, fekk endiliga sett bóltin í málið eftir fleiri royndir. Málið var ógvuliga einfalt. KÍ hevði fríspark á egnari hálvu, sum varð sent inn í brotsteigin, har Pól Thorsteinsson ikki fekk sparka burtur. Bólturin endaði hjá Kurt, sum róliga sendi framvið Tróndi. 1-0 til KÍ, og meistaraheitið hjá B36 var knappliga langt burtur. Tað er ikki at taka munnin ov fullan, at Kurt Mørkøre er vandamiklasti áleyparin í landinum í løtuni. Hann er ein støðug hóttan móti málinum hjá mótstøðuliðnum.
Men havnarliðið reistist aftur.
Miðvágur umaftur
B36 hevur fyrr í ár verið aftanfyri, men hevur síðani vent dystinum. Hetta sóu vit í Miðvági, tá B36 var aftanfyri við einans tíggju monnum, men tá eydnaðist tað B36 at vinna hóast alt.
Spælið vendi nakað móti endanum av dystinum. B36 royndi at seta álop í verk, men tað royndist illa, tí KÍ leikararnir høvdu gott tak á dystinum. Piotr Krakowski sendi Áka Mørk heilt fram í álopið í eini roynd at bróta verjuna niður.
Innanfyri nakrar heilt fáar minuttir fekk B36 tvey mál, sum bæði komu eftir deyðbóltar. KÍ verjan vísti stórar veikleikar í deyðbóltum móti endanum av dystinum, og tað kostaði sigurin.
Tað var Egil Zachariassen, sum javnaði fyri útiliðið. Jákup á Borg sendi eitt hornaspark hart innfyri, har Meinhard Joensen fær nevan á bóltin, sum fer beint upp í loft. Egil Zachariassen var hægstur, tá bólturin dettur niðuraftur í málteigin. 1-1 og stór frøi á teimum mongu B36-viðhaldsfólkunum, sum vóru komin norð at hyggja.
Løtu seinni skeyt John Petersen vinnandi málið. Liðformaðurin hjá B36 hevði annars ikki havt nakran góðan dyst, tí KÍ verjan var røsk at ansa eftir vandamikla áleyparanum.
Jákup á Borg sendi eitt fríspark innfyri málið, har KÍ verjan drálar við at skjóta burtur, og bólturin dettur tilvildarliga fyri føturnar á John Petersen, sum avgerð dystin.
B36 vann, og fleiri B36-arar munnu tevja gullið longu nú.
KÍ ? B36 1-2 (0-0)
1-0: Kurt Mørkøre
1-1: Egil Zachariasen
1-2: John Petersen
Dómari: Niklas á Líðarenda (GÍ)
KÍ: Meinhard Joensen ? Atli Danielsen, Jan Andreasen, Ove Nysted ? Hjalgrím Eltør, Jan Joensen (liðf.), Allan Joensen, Tomislav Sivic (Símun Waag Høgnesen), Harley Bertholdsen (Rógvi Laksafoss) ? Kurt Mørkøre, Aleksander Djordjevic
B36: Tróndur Vatnhamar ? Egil Zachariasen, Pól Thorsteinsson, Arnbjørn Danielsen ? Jens Kristian Hansen, Jan Guttesen (Áki Mørk), Klæmint Matras, Kenneth Jacobsen (Bjarni Prior) ? Jákup á Borg, John Petersen (liðf.), Heðin á Lakjuni