Móttøkan var í B36-húsinum, har dekkað var upp við pinnamati, køkum, hvítvíni, kaffi og øðrum, og sambært B36-heimasíðuna hevði felagið ikki færri enn einar 500 føðingardagsgestir seinnapartin mánadagin.
Fleiri tóku orðið og røðararnir vóru Sámal Ímundarsson, formaður i B36, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Christian Andreasen, FSF-forseti, Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti, Dánjal Pauli Danielsen, HB-formaður, og Hans Birgir Hansen, B36-ari.
Sum skilst, er ætlanin hjá B36 at hava eina stóra 75 ára veitslu í heyst, og óivað verður runda árið markerað á ymsan hátt teir komandi mánaðirnar.