B36 helt tørn

Dysturin frá mikudegnum sat eftir í beinunum á gestunum, men runavíkingar vóru ikki nóg raskir at gera sær dælt av hesi støðuni. NSÍ var omaná og høvdu eisini møguleikarnar til fleiri mál, men fingu bara tað eina. Tað fekk B36 eisini og so endaði tað javnt


NSÍ hevði møguleikan at leggja seg undir liðina á B36, um teir vunnu sunnudagin, og harvið av álvara hótta teir í heiðursmerkjastríðnum. Tað megnaðu teir ikki, og nú eru teirra møguleikar til fáa medalju rættiliga avmarkaðir, fyri ikki at siga burtur.
Men NSÍ hevði sínar kjansir til mál, og vóru til tíðir óhepnir, at lagnan ikki var teimum mildari við Løkin í gjár.
 
Vóru troyttir
Tað sást nokkso skjótt, at tað vóru nakrir troyttir gestir, sum komu á vøllin. Ikki so at skilja, at menn ikki kempaðu og stríddust sum vant, men tað var yvirhøvur ikki sama flog yvir B36, sum til seinnu hálvfinaluna undanfarna mikudag.
Hóast NSÍ hevði bóltin meiri, so fekk B36 tó tveir heilt hampiliga kjansir í fyrra hálvleiki. Teir raktu tó ongantíð málið, og tað gjørdi NSÍ heldur ikki, so liðini fóru í hálvleik uttan at skora.
NSÍ var tó rættiliga nær við ta einu ferðina, tá dysturin er áleið 20 minuttir gamal. Christian Høgni Jacobsen rakar tá stongina, eftir eitt fínt innlegg frá Helga L. Petersen.
 
Eitt í part
Miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði Andy Olsen fyri NSÍ. Áðrenn tað hevði tað leikað rímiliga javnt á.
Málið var í sjálvum sær gott, men uppspælið var rættiliga tilvildarligt. Christian Høgni Jacobsen fór upp í høgru síðu og leggur inn til Óla Hansen. Hesin skal til at skjóta bóltin, men fer fullkomiliga skeivur og fær onkursvegna lagt bóltin aftur um seg í skotroyndini. Men rakti Óli Hansen ikki bóltin, so rakar Andy Olsen hann sera væl, og á brotsteigarmarkinum setir hann bóltin í netið.
Tað hevði helst ikki verið óuppiborið, um dysturin endaði 1-0 til NSÍ, men tað gjørdi hann ikki.
B36 megnaði at svara aftur við máli frá Sylla. Tað var í einum kontra álopið, at Fróði Benjaminsen spældi Sylla, sum so royndi seg úti frá. Jens Martin Knudsen bjargaði tó væl í fyrstu atløgu, men Sylla var raskur at fylgja upp og beindi hann returin í netið til javnleik 1-1.
Hetta úrslitið helt sær restina av dystinum, og gjørdist tað eisini endaliga úrslitið. NSÍ hevði tó sínar møguleikar at avgera, og millum annað Christian Høgni Jacobsen meiri enn óheppin, tá hann eftir at hava sett fleiri B36-arar av inni í sjálvum brotsteiginum, slapp at standa púra leysur, men setti skotið við síðuna av málinum, og so endaði tað við javnleiki.
 
Kappast við KÍ
Í Runavík hava tey í ár ásanna, at tað í mangar mátar ikki hevur gingið sum ætlað hjá teimum. Í so máta var dysturin móti B36 bara enn ein staðfesting av hesum. Vónirnar at vinna FM vóru góðar við kappingarársbyrjan, men nú teir liggja á einum fimta plássi verður meiri enn trupult at røkka bara bronsuni.Heldur ikki í B36 eru tey heilt nøgd við kappingarárið, men tað kann enn bjargast, við at vinna steypakappingina. Bronsuna stríðast teir um við KÍ, sum teir bara eru eittans stigið framman fyri, og júst KÍ er eisi