Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá B36 síðstu dystirnar, og aftur í dag megnaðu teir at fáa øll trý stigini, tá teir vitjaðu á Skála.
Í fyrra hálvleiki fekk B36 eitt heldur óvanligt mál, tá Klæmint MAtras tók kjansin úr 40 metrum. Skotið endaði í málinum, og so var 1-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Um miðjan seinna hálvleiki avgjørdi B36 dystin, tá Alex dos Santos breyt ígjøgnum í vinstra borði. Hann sendi bóltin inn í føturnar á Sylla, sum sendi bóltin í málið til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Við sigrinum á Skála heldur B36 trýstið á oddaliðið. Munurin er enn bert eitt stig millum oddaliðið.
Skála-B36 0-2 (0-1)
0-1 Klæmint Matras
0-2 Sylla D. Ahmed










