B36 heldur seg eiga uppskriftina

Løgmanssteypið: Magnus Egilsson og Erlendur Magnusson vera roknaðir at eiga lyklaleiklutir

Síðani Dan Brimsvík á heysti í 2020 tók við sum venjari hjá B36, er tað ikki eydnast árstalsfelagnum at fáa bilbukt við KÍ. Í fjør reið tað um snarið, tá ið KÍ í landskappingini tvær ferðir vann 1-0, og seinni dysturin í Klaksvík endaði 1-1.

 

Í kvøld hittast B36 og KÍ í Gundadali í kappingini um løgmanssteypið.

 

Hjá B36 eru allir spælararnir tøkir. Ivi er tó um Hannes Agnarsson, sum er darvaður av skaða í rygginum og ikki var við í 2-0 sigrinum á Argjum. Tá var Erlendur Magnusson ikki við, og tá var Magnus Egilsson bara á vøllinum síðsta korterið. Orsøkin til at teir ikki vóru millum teir fyrstu ellivu var, at teir eru ætlaðir at eiga lyklaleiklutir ímóti KÍ í kvøld.

 

Á vongverjanum í vinstru verður tað setningurin hjá Magnusi Egilsson at byrgja upp fyri Árna Frederiksberg, sum eigur so stóran lut í KÍ álopsspælinum, og á miðvøllinum verður tað setningurin hjá Erlendi Magnusson at hava vakið eyga við KÍ liðformanninum Jákup B. Andreasen.

 

Síðsta ferðin, at B36 vann kappingina um løgmanssteypið var í 2021, tá ið finalan ímóti NSÍ endaði 1-1, og B36 vann brotssparkskappingina.

 

Hjá KÍ eru allir spælararnir tøkir uttan René Shaki Joensen, ið er darvaður av skaða  í lærkrikanum.

 

KÍ hevur ikki vunnið steypakappingina síðani 2016.

 

Í fjør tapti KÍ ein dyst. Tað var í steypafinaluni ímóti Víkingi, sum vann 1-0. Í 2021 tapti KÍ í fyrsta umfari og á heimavølli 2-1 ímóti NSÍ. Í 2020 tapti KÍ í fyrsta umfari og á heimavølli ímóti HB, sum vann í brotssparkskapping, eftir at tað í vanligari leiktíð og longda leiktíð var 1-1.  

 

B36 – KÍ: Eiler Rasmussen kl. 18.00.