B36-HB, Skála-NSÍ og AB-KÍ á FM1 millum klokkan 15 og 21

Fótbóltssendingin á FM1 byrjar klokkan 13. Sent verður beinleiðis frá klokkan 14

Dystirnir í Betrideildini hjá monnum vera væl eksponeraðir við at vera leiktir ymiskar klokkutíðir. Og tað er eisini galdandi á FM1 2. hvítusunnudag.

Ein langur fótbóltsdagur verður á FM1 seinnapartin, og er skráin hendan.

Klokkan 13: Fótbóltspanelið, endursending frá fríggjadegnum. Gestur: Heðin Askham

Klokkan 14: Upptakt til oddabrakið B36-HB, Tróndur Arge skipar fyri.

Klokkan 15: Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum B36 og HB. Árni Gregersen verður heimildarmaður til dystin millum Víking og TB, ið eisini byrjar klokkan 15. 

Klokkan 17: Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum millum Skála og NSÍ.

Klokkan 19: Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum AB og KÍ. 

Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo.

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum dystunum. 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.