B36-HB dystur í enskari bók

Andy Mitten, fótbóltsblaðmaður á væl kenda enska fótbóltsblaðnum ”Fourfourtwo” hevur grein úr Føroyum við í næstu bók sínari

Fótbóltur

 

Tíðliga í juli í 2006 leiktu B36 og HB ein dyst í Formuladeildini. B36 vann 6-0, og hevur dysturin ofta verið á mannamunnni í Havn. Men nú verður hesin dysturin umrøddur í einari bók, sum kemur at eita ”Twenty derbies around the World”. Andy Mitten, fótbóltsblaðmaður frá væl kenda enska fótbóltstíðarritinum »Fourfourtwo«, var í Føroyum fyri at uppliva størstu grannauppgerðina her á landi. Hann kom beina leið úr Ibiza og til Føroya. Andy skrivaði eina snøgga grein við litmyndum. Ikki bara um dystin millum B36 og HB, men eisini um Føroyar sum land, vøkru náttúruna, og um hvussu vinarlig fólk vóru ímóti honum og ímóti hvørjum øðrum. Andy segði í RadioActiv á Rás2 fríggjadagin, at B36-HB er einasta vinarliga grannauppgerð hann hevur upplivað í fótbólti. Og at hann var sera hugtikin av serliga stemninginum í Gundadali. Í greinini síggjast eisini myndir av barnavognum, hundum o.ø. fólksligum. ”Fourfourtwo” hevur haldarar kring allan heimin, og fer bókin hjá Andy Mitten um tær 20 fótbólts-grannauppgerðirnar tískil at verða seld kring knøttin. Andy hevur vitjað í 67 londum, og hann hevur also valt, at B36, HB og Føroyar skulu hava innivist í hesi bókini saman við Real Madrid, Barcelona og øðrum kendum liðum.