Fýra dystir hava verið leiktir í Effodeildini í dag. Stóru vinnararnir av umfarinum mugu sigast at vera B36 og Víkingur, ið bæði stremba eftir at vera partur av absolutta toppinum. Hetta kemst av, at oddaliðið, NSÍ, ikki vann sín dyst í dag.
Við Stórá tók TB ímóti B36. B36 tapti sum kunnugt í steypakappingini mikukvøldið. Samstundis sum, at TB ikki hevði nakran miðvikudyst kundi kanska hugsast, at tvørámenn fóru at arga føroyameistararnar frá í fjør. Men sigast má, at miðvikudysturin var farin úr beinunum hjá B36-leikarunum, tí at teir vunnu ein tryggan 1-3 sigur. Lukasz Cieslewicz legði B36 á odda aftaná hálvan tíma, men stutt eftir, at seinni hálvleikur var byrjaður, javnaði Teitur Justinussen fyri TB. B36 setti tó trumf á, tá ið teir við tveimum málum frá ávíkavist Andriasi H. Eriksen og Hans Paula Samuelsen avgjørdu dystin.
Ringa gongdin hjá EB/Streymi heldur fram. Á útivølli ímóti Víkingi var ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna dystin. Longu aftaná 8 minuttir var støðan 2-0 til Víking við málum, ið Atli Gregersen og Finnur Justinussen skoraðu. Í seinna hálvleiki økti vinstri vongverjin, Hanus Jacobsen, til endaliga úrslitið 3-0.
Í Gundadali var satt oddabrak ímillum HB og NSÍ, ið sum kunnugt eisini leiktu dyst hóskvøldið í steypakappingini, har NSÍ vann 0-1. Í dag var tó talan um ein heilt annan dyst. Málleyst var í hálvleikinum, men aftaná 54 minuttir legði Magnus H. Olsen NSÍ á odda við góðum langskoti. Hendan støðan helt sær til 77. minutt, tá ið Arnbjørn Hansen javnaði. HB vassaði í stórum málmøguleikum í seinna hálvleiki, men inn vildi bólturin ikki, og tískil gjørdist endaliga úrslitið 1-1. Í yvirtíðini varð Jóhan Troest Davidsen eisini rikin av vølli, tá ið hann fekk sítt seinna gula kort.
KÍ hevur ikki vunnið á Norðoyastevnu síðani 2002, og hendan staðfestingin er tann sama eftir dagsins stevnudyst á heimavølli ímóti ÍF. Dysturin endaði, sum hann byrjaði, 0-0.
TB-B36 1-3 (0-1)
0-1: Lukasz Cieslewicz 30.
1-1: Teitur Justinussen 48.
1-2: Andrias H. Eriksen 69.
1-3: Hans Pauli Samuelsen 82.
Víkingur-EB/Streymur 3-0 (2-0)
1-0: Atli Gregersen 7.
2-0: Finnur Justinussen 8.
3-0: Hanus Jacobsen 49.
HB-NSÍ 1-1 (0-0)
0-1: Magnus H. Olsen 54.
1-1: Arnbjørn Hansen 77.
Reytt kort: Jóhan Troest Davidsen (HB) 90.
KÍ-ÍF 0-0
Støðan í Effodeildini aftaná 15 umfør:
1. NSÍ 32 stig
2. B36 30 stig
3. Víkingur 27 stig
4. HB 27 stig
5. KÍ 24 stig
6. ÍF 18 stig
7. TB 16 stig
8. FC Suðuroy 13 stig
9. AB 8 stig
10. EB/Streymur 6 stig
Niðanfyri eru myndir av dystinum í dag ímillum TB og B36










