B36 hómar oddasessin

Um árstalsfelagið úr Havn vinnur útidystin móti ÍF sunnudagin, klintra teir aftur upp á oddasessin, sum HB annars hevur havt seinastu vikurnar.
Fortreytirnar fyri hesum vórðu greiðar mikukvøldið, og tí er einki at ivast í, at havnarmenninir fara eftir øllum sunnudagin.
ÍF hevur tó eisini tørv á stigum, um teir skulu vinna seg burtur úr botninum. Til hetta krevjast mál, og tí er vónin í Fuglafirði, at Gunnar Nielsen aftur verður tøkur, eftir at hann hevur drigist við vøddaskaða í búkinum. Hartil er Fritleif í Lambanum nú aftur við eftir skaða, og eisini langtíðarskaddi John Thomsen er nú aftur farin undir venjingar. Men tað ganga nokk nakrar vikur, áðrenn hann er nóg birgur til dyst aftur.
Hjá B36 mugu broytingar í øllum førum gerast á miðvøllinum, har bæði Mikkjal Thomassen og Ingi Højsted eru leikbannaðir, eftir at teir móti endanum av dystinum í Vági fingu hvør sítt gula kort. Tað merkir so helst, at miðvøllurin verður samansettur av Fróða Benjaminsen og Klæmint Matras, sum báðir hava skikkað sær nakað betri.