Botnuppgerðin í næstbestu deildini í Klaksvík í kvøld endaði við stórsigri til botnliðið. B36 vann 6-1, eftir at teir í hálvleikinum høvdu verið frammanfyri 3-0.
Tummas Hans Rubeksen, sum júst er komin aftur til B36 úr AB, skoraði til 1-0 og 5-1 og 6-1.
Ovi Nysted umsetti brotsspark til 2-0, og Jóhan Ellingsgaard skoraði til 3-0 og 4-1.
Einsamalla KÍ málið skoraði Álvur Christiansen til 3-1, tá ið 2. hálvleikur var tíggju minuttir gamal.










