B36 í Hálsi

TíÐindaskriv

Leygarkvøldið tann 24. juli kl. 23:30-04:00 verður eitt stórt tiltak í Høllini á Hálsi sum B36 skipar fyri.
Páll Finnur Páll, tann vælkendi tónleikabólkurin sum júst hevur havt eina rimmar framførslu í sambandi við G-festivallin, fer longu á Pallin aftur, hesu ferð í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Afturat teimum verður eisini DJ-show við Dj-Switch og tann altíð í góðum hýri Jákup Jacobsen. Teir báðir eru serstakliga kendir fyri at kunna seta rættiligt lív í eina áskoðarafjøld.
Tiltakið byrjar sum nevnt kl. 23:30 og dyrnar lata aftur kl.04:00. Bussar koyra sum vant. Ring á tlf.:
Eysturoyaleiðin 21 64 64
Vága- og Vestmannaleiðin 21 52 77