VB og B36 komu best frá byrjan eftir fyrsta dystin í bólki 1. B36 vann 2-1 í Sumba og VB basti NSÍ á heimavølli við sama úrsliti.
NSÍ hevði eina torførar byrjan uppá bólkaspælið í steypakappingini í ár, tá liðið skuldi til Vágs. Og tað vísti seg, at vágbingar vóru ov stinnir.
Tað var annars NSÍ, ið kom best frá byrjan, tá Sonni L. Petersen legði útiliðið framum, tá tveir minuttir vóru leiktir. Sonni gjørdist leysur beint undir málinum, og hann hevði lætt við at seta bóltin í netið.
NSÍ var við yvirlutan fyri steðgin, men runavíkingar megnaðu ikki at økja um leiðsluna. Vantandi neyvleikin hjá NSÍ gav vágbingum møguleikan at venda dystinum, og heimaliðið var nógv vandamiklari frammanfyri málinum, tá teir einaferð spældu seg til nakrar veruligar málmøguleikar.
Tað var Tórur Holm, ið javnaði, tá fimtan minuttir vóru eftir. Eitt fríspark varð trillað stutt til Tór, sum langaði til, og málverjin hevði ongan møguleika.
Tað síðsta málið má Jens Martin Knudsen taka á sín kappa. Málverjin hjá VB sparkar bóltin langt niðan á hálvuna hjá NSÍ, har Jens Martin letur bóltin hoppa. Bólturin støkkur á tvørstongina og eftir trunkaspæl frammanfyri málinum skorar nýggi jugoslavin Nenad Zivanovic sigursmálið.
Hóast NSÍ hevði yvirvág meginpartin av dystinum, fór VB við øllum stigunum.
B36 vann tepurt
Stutt sunnanfyri var dystur millum Sumba og B36. Greipuvinnararnir úr Havn fóru við einum sera skerdum liði at møta Sumba. Jákup á Borg, John Petersen kunnu nevnast sum týdningarmiklastu leikararnir, ið ikki vóru við. Tilsamans vóru eini seks leikarar, ið ikki vóru tøkir.
Hóast B36 var stórfavorittur, var sigurin sera tepur, og dysturin kundi farið báðar vegir í seinna hálvleiki.
Jens Kristian Hansen legði B36 framum miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá setti høvdið á eitt hornaspark. 1-0 var eisini støðan við steðgin.
Í seinna hálvleiki megnaði Sumba at javna. B36 missir bóltin á miðvøllinum, Sumba fer í kontra. Aftasti maðurin hjá B36 Egil Zachariasen fellir áleyparan hjá Sumba, og hóast B36-ararnir vildu vera við, at tað var uttanfyri brotsteigin, dømir dómarin brotsspark.
Eirik Joensen skorar trygt og so stóð á jøvnum. Hesa løtuni í seinna hálvleiki stóð á gomlum nøglum hjá meistaraliðnum úr Havn.
Lítla løtu seinni var Sumba nær við at leggja seg á odda. Ein sumbingur roynir seg við skoti, sum ber við eitt B36-bein, og bólturin brestur á tvørstongina og útaftur í spælið.
B36 reið tó stormin av og megnaði at fáa sigursmálið. Útiliðið fekk fríspark í høgu síðu, sum Magni á Lakjuni sendi innfyri. Eftir trunkaspæl datt bólturin fyri føturnar Karl Leonsson, sum langaði til úr stuttari fjarstøðu. Ikki serliga sannførandi hjá B36 í fyrsta dystinum í hesum kappingarárinum, men trý stig hóast alt.