B36: Gott at vera negativur

Europa League: St. Joseph’s ger alt fyri at sleppa víðari uttan at spæla móti B36

Síðani ein persónur í venjaratoyminum hjá B36 fekk staðfest koronusmittuna, hevur mótstøðuliðið av Gibraltar, St. Joseph’s, sent fleiri spurningar um støðuna, og formaður í B36 hevur givið til kennar, at hetta minnir um at teir vilja sleppa víðari uttan at spæla.

- Vit í felagnum hava fingið nógvar spurningar frá mótstøðuliði okkara, St. Joseph’s. B36 hevur sent frágreiðing til felagið og UEFA saman við útgreinandi svari frá landslæknanum, skrivar B36.

Hópurin hjá B36 var aftur í gjár og lat seg kanna fyri koronu. Fyri aðru ferð eftir at korona bleiv staðfest í venjaratoyminum, er allur hópurin testaður negativur. Síðani hevur B36 verið í tøttum samskifti við landslæknan og læknaligu ráðgevingina hjá FSF.

- Hóast hesi ikki settu krav um nýggja kanning longu nú, so valdu vit í felagnum av trygdarávum at kanna allan hópin av nýggjum, skivar B36.fo.

Fyrireikingarnar til Gibraltar-ferðina halda tí fram, og ætlandi verður farið við beinleiðis flogfari mánamorgunin. B36 vann í 2018 á júst St. Joseph’s. Dystirnir endaðu við javneiki 1-1, men B36 vann brotssparkskappingina á Victoria leikvøllinum í Gibraltar.

Champions League 1. umfar:

Mikudagin 19. august

KÍ-Slovan Bratislava (19.00) Beinleiðis á FM1

Champions League 2. umfar:

Young Boys – KÍ/Slovan Bratislava

Europa League undanumfar:

Hósdagin 20. august

B36-St Joseph’s (16.30)

NSÍ-Barry Town United (18.00) Beinleiðis á FM1

Glentoran-HB (19.00)

Europa League 2. umfar:

B36/St Joseph’s - Levadia Tallinn

Aberdeen – NSÍ/Barry Town United

Motherwell – HB/Glentorian