B36 gjørdi beinanvegin bart

Eftir eitt korter var alt avgjørt við Margáir, har tað at enda varð sera málríkt

Tíðliga seinnapartin reisti B36 seg av álvara í góðveðrinum við Margáir eftir vónbrotið, sum tað var at tapa grannauppgerðina ímóti HB 2-1.

Tá ið eitt korter var farið, var støðan 3-0 til B36, og so vóru fyritreytirnar greiðar, sum tað síðstu 75 minuttirnar skuldi ganga fyri seg.

Jákup á Borg hevði givið fleiri, sum ikki higartil í ár hava verið fastir millum teir fyrstu ellivu, møguleikan frá fyrsta bríksli.

Millum hesar vóru Andrass Johansen, Ragnar Samuelsen, Stefan Radosavljevic og Andreas Thomsen.

Teir takkaðu allir fyri við at skora mál.

Andrass Johansen legði fyri longu í fimta minutti eftir upplegg frá Stefan Radosavljevic, og fýra minuttir seinni økti sentrali miðvallarin Eli Falkvard Nielsen um munin til 2-0. Tá ið eitt korter var farið, økti Ragnar Samuelsen um munin til 3-0. Tá var tað Árni Frederiksberg, sum átti uppleggið, og tað vóru bara 20 minuttir farnir, tá ið Stefan Radosavljevic økti um munin til 4-0.

EB/Streymur minkaði um munin, tá ið Niklas T. Kruse tíggju minuttir undan steðginum umsetti brotsspark til mál og 4-1, men bara tveir minuttir seinni varð 5-1. Árni Frederiksberg átti uppleggið, og Andreas Thomsen var málskjútti.

Í seinna hálvleiki var tað ikki so hendingarríkt, men tá ið eitt lítið korter var farið, takkaði Niklas T. Kruse fyri og minkaði um munin til 5-2, tá ið B36 stórkiksaði í verjuni. Tey bæði málini í dag bera við sær, at Niklas T. Kruse er toppskjútti hjá EB/Streymi við fimm málum.

Tíggju minuttir undan leikloki varð Stefan Radosavljevic tvífaldur málskjútti. Sebastian Pingel átti uppleggið.

B36 er nú á fjórða plássi við 46 stigum – tvey frammanfyri Víking, sum hevur spælt ein dyst fleiri enn B36.

EB/Streymur hevur 20 stig og er á sjeynda plássi – trý stig aftanfyri ÍF.

Næsti dysturin hjá B36 verður annan leygardag á heimavølli ímóti TB.

Næsti dysturin hjá EB/Streymi verður annan leygardag á útivølli ímóti KÍ.

 

EB/Streymur – B36 2-6 (1-5)

0-1: Andrass Johansen 5.

0-2: Eli Falkvard Nielsen 9.

0-3: Ragnar Samuelsen 15.

0-4: Stefan Radosavljevic 20.

1-4: Niklas T. Kruse br 35.

1-5: Andreas Thomsen 37.

2-5: Niklas T. Kruse 58.

2-6: Stefan Radosavljevic 80.

Dómari: Petur Reinert

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Petur Zachariasen, Mikkjal Hellisá (Magnus Heinason, 72.), Andras Ó. Olsen, Magnus Jarnskor (Høgni Hummeland, 83.) – Hjalti K. Djurhuus, Árni G. Olsen – Tóki H. Johannesen, Bárður Olsen, Símun Sólheim (Bjarki Zachariassen, 57.) – Niklas T. Kruse

Gult kort: Tóki H. Johannesen

Venjari: Jákup Martin Joensen

B36: Símun Rógvi Hansen – Benjamin Heinesen (Martin Agnarsson, 63.), Erling D. Jacobsen, Alex Mellemgaard, Andreas Thomsen – Eli Falkvard Nielsen (Jóhann Hansson Joensen, 61.), Stefan Radosavljevic (Mattias Weihe Joensen, 81.), Ragnar Samuelsen – Árni Frederiksberg, Sebastin Pingel, Andrass Johansen 

Gult kort: Eli Falkvard Nielsen

Venjari: Jákup á Borg