Fyri unglingadeildini plagar at vera stórur áhugi ímillum áskoðarar, eftirsum fleiri av leikarunum eru teir, sum koma at mynda bestu deildina og kanska annað við í framtíðini. Einki undantak var fríggjakvøldið, tá ið unglingarnir hjá B36 og EB/Streymi brustu saman í finaluni.
Linlig byrjan
Tað sást frá dystarbyrjan, at hetta var ein dystur, ið hevði alstóran týdning, tí liðini formáddu sær ikki nógv og tóktust hava stóra virðing fyri hvørjum øðrum. Mesta spælið gekk fyri seg á miðvøllinum, og verjurnar lógu bæði aftarliga og somikið tættar, at eingin sending varð fullførd aftur um verjuna og harvið útihýsti málmøguleikunum.
Sum heild var fyrri hálvleikur lítið undirhaldandi og endaði eisini hóskandi málleysur 0-0.
B36 á odda
Um fyrri hálvleikur var lítið undirhaldandi, so var seinni hálvleikur tað so als ikki. Sum seinni hálvleikur leið loysnaði spælið nakað og fleiri málmøguleikar vóru. Karstin Højgaard hjá B36 fekk eina 10 minuttirs útvísing umvegis eitt gult kort, sum er reglan í unglingadeildini, men EB/Streymur megnaði ikki at gagnnýta hetta. Hinvegin skuldi B36 bara brúka nøkur sekund at gagnnýta eina útvísing til EB/Streym, sum liðskiparin Andras Olsen fekk 17 minuttir fyri leiklok. Rasmus Dan Sørensen sendi eitt frísparksinnlegg innfyri málið til Karl Martin Danielsen, sum prikaði B36 á odda 1-0.
Staðfestu sigurin
B36 vann sær greitt yvirtak og álopini skolaðu inn yvir EB/Streym, sum tó hevði eina góða skotroynd. Hendrik á Fríðriksmørk átti hana, men hon fór beint upp um málið.
Tveir minuttir fyri leiklok fekk B36 brotsspark. Rasmus Dan Sørensen var tryggur úr 11 metrum og legði B36 á odda 2-0.
Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, fekk B36 aftur brotsspark. Hesaferð varð málverjin, Jákup Højgaard, settur at skjóta, og við frekari detalju lyfti hann bóltin upp um málverjan og í málið. Hann staðfesti harvið ein uppibornan 3-0-finalusigur til B36.