Tað gekk, sum tað plagar at gera á Norðoyastevnu. KÍ fekk einki burturúr landskappingardystinum. B36 legði seg longu í 4. minutti framum, og tað var so stórur steinur oman á byrðuna hjá dystartroyttu heimamonnunum, at teir ongantíð komu fyri seg.
Tað kendist ikki at vera tí, at teir ikki vildu og tí at hugburðurin var skeivur. Men heldur var tað møðin eftir dystarskrá, sum yvirtrumfar tað hjá teimum bestu í Onglandi á nýggjárinum, ið mundi vera høvuðsorsøkin.
Eftir steðgin var einki annað at gera hjá KÍ enn at leypa á, og bæði síðsta korterið undan steðginum og fyrstu løtuna eftir steðgin vóru spentar støður í B36 brotsteiginum. Tað spurdist einki burturúr, og sum 2. hálvleikur leið, var tað týðuligt, at um eitt mál fór at koma afturat, so fór B36 at fáa tað. Og soleiðis var tað. Eftir hornasparksinnlegg úr høgru í síðstu løtu og eftir afturlegging frá innskifta Benjamin Heinesen, var tað innskifti Rasmus Dan Sørensen, sum sendi bóltin upp í nettakið, og so var púra greitt, at øll stigini fóru suðureftir.
Klaksvíkingurin á vinstra vongverja hjá B36 skoraði sera týdningarmikla 1-0 málið, og tað var vorðið sum mál. Eftir gott uppspæl í høgru og diagonala sending, legði Jákup á Borg út frá, og úr 20 metrum høgdi Símun Joensen bóltin upp í handara krókin!
Av órannsakiligum orsøkum sótu báðir teir bestu málskjúttarnir hjá KÍ á beinkinum í 1. hálvleiki. Álvur F. Christiansen, sum hevur havt onkran lítlan snudd, varð settur inn lítla løtu eftir steðgin. Beinanvegin eftir steðgin kom Páll A. Klettskarð á vøllin. Hann hevur ikki verið skaddur, og hóast hann ikki hevur skorað mál seinastu ferðirna, tá ið tað hevur verið langt millum KÍ málini, so hevur hann verið snaringspunktið í framrættaða spælinum.
Hesa ferð megnaðu Páll, Álvur, Hjalgrím og Atli og allir hinir ikki at svara aftur. Róaldur og Súni á sentrala B36 miðvøllinum arbeiddu hart, Símun og Høgni typtu væl í borðunum, hóast Gunnar á høgra vongverja hjá KÍ hevði góðan hug at bjóða av í framrættaða spælinum, og Hørður Askham var fínur í miðverjuni.
Síðani 5-2 sigurin á heimavølli ímóti 07Vestur hevur KÍ í fýra landskappingardystum skorað trý mál og vunnið trý stig. Nú er ein heimadystur eftir í røðini á tríggjar. Higartil er eitt stig vunnið, og nú bíðar AB.
Gestirnir fóru væl nøgdir av Norðoyastevnu. Eftir fimm dystir á rað uttan fulla úrtøku, kendist sigurin søtur, og nú er ikki so langt upp til heiðursmerkjaplássini. Um tað eydnast at sleppa undan skaðum og leikbannum áttu vánirnar ikki at vera so ringar fyri tí møguleikanum.