Tað er gott lag í B36 ferðalagnum, sum nú ger seg til at fara úr Sarpugerði og aftur til Havnar.
Eftir at hava drigið svart bæði á Toftum og í Fuglafirði eydnaðist tað í dag at vinna 2-1 á Víkingi í Sarpugerði.
Øll málini vórðu skorað í 1. hálvleiki. Hanus Thorleifsson legði beinanvegin við stútara B36 framum. Sam Jacobsen javnaði fyri heimaliðið við brotssparki, og eftir ein hálvan tíma skoraði Jákup á Borg tað, sum vísti seg at verða sigursmálið hjá B36.