B36 fulla ferð fram ímóti FM

Hóast HB var undirmannað í øllum 2. hálvleiki, so megnaði ÍF ikki at svara aftur, og so vann HB 2-0

Trý tey fremstu liðini hava í góðveðrinum í kvøld verið í eldinum. B36 vann 3-0 á Argjum, HB vann 2-0 í Gundadali ímóti ÍF, og í Sarpugerði endaði tað 1-1 millum Víking og KÍ.

Serliga í 1. hálvleiki var toppliðið B36 sera sannførandi í torføru avbjóðingini á útivølli ímóti AB, sum annars hevur spælt sjey ferðir á rað uttan at tapa.

HB var undirmannað í 2. hálvleiki, men kortini eydnaðist tað at halda tørn um 1-0 leiðsluna og fram ímóti dystarenda at økja til 2-0.

Hjá Víkingi og KÍ hevur tað nógvu tey seinastu umførini ikki eydnast at vinna, og so var tað aftur í kvøld. Tað endaði 1-1, og harvið er møguleikin hjá Víkingi at røkka silvurkrónunum mest sum burtur.

NSÍ vann 3-2 á Skála. Harvið er munurin fram til Víking minkaður til tvey stig, og tað bíða tvær grannauppgerðir millum Víking og NSÍ. Tann fyrrra verður sunnudagin í Gøtu.

Hóast tað ikki altíð hevur verið so sannførandi, so er møguleikin hjá EB/Streymi at vinna altjóða atgongumerki góður eftir trivaligan 3-0 sigur á B68 á útivølli.

 

Sigurin í kvøld ber við sær, at EB/Streymur hevur sama stigatal sum Víkingur á triðja plássi, og at EB/Streymur er tvey stig frammanfyri NSÍ á fimta plássi. Víkingur og NSÍ eiga tvær innanhýsis uppgerðir eftir. EB/Streymur eigur heimauppgerðir ímóti bæði Víkingi og NSÍ.

 

Víkingur-KÍ 1-1 (0-0)

1-0: sjálvmál 47.

1-1: Páll A. Klettskarð 53.

 

B68-EB/Streymur 0-3 (0-3)

0-1: Gunnar Zachariasen 11.

0-2: Gunnar Zachariasen 36.

0-3: Hans Pauli Samuelsen 39.

 

Skála-NSÍ 2-3 (1-2)

0-1: Andy Olsen 13.

1-1: Brian Jacobsen 16.

1-2: Klæmint A. Olsen 28.

1-3: Magnus H. Olsen 57.

2-3: Brian Jacobsen 90.

 

HB-ÍF 2-0 (1-0)

1-0: Andrew av Fløtum 21.

2-0: Heini Vatnsdal 74.

Reytt kort: Johan Troest Davidsen, HB, 47. (beinleiðis reytt)

 

AB-B36 0-3 (0-2)

0-1: Heini Eysturoy 15.

0-2: Lukasz Cieslewicz 35.

0-3: Adeshina Lawal 79.

 

Støðan

B36 49

HB 42

Víkingur 30

EB/Streymur 30

NSÍ 28

KÍ 24

ÍF 22

AB 21

Skála 12

B68 10

Víkingur og NSÍ hava spælt 19 dystir, og hini liðini hava spælt 20 dystir

 

21. umfar

Sunnudagin 24. august

Víkingur-NSÍ

HB-B68

B36-KÍ

AB-EB/Streymur

Mánadagin 25. august

Skála-ÍF

 

---- 

LIÐUGT

2-3

 

90) 2-3: Brian Jacobsen

Dómarin legði tríggjar minuttir aftrat, og í síðstu sekundunum minkaði Brian Jacobsen um munin, tá ið hann eftir fríspark við høvdinum setti bóltin í málið.

 

85) 1-3

NSÍ er á veg ímóti tryggum sigri á Skála, og harvið verður spenningur um bronsuplássið, tá ið tað sunnudagin verður grannauppgerð í Sarpugerði millum Víking og NSÍ.

 

75) 1-3

Nú er tað tómgongd á Skála. Heimaliðið tykist ikki megna at svara aftur, og NSÍ leiðslan kennist trygg. NSÍ spælararnir varðveita bóltin, og kanska eru teir farnir at huga um umfarið, sum verður á skránni sunnudagin.

 

60) 1-3: Magnus H. Olsen

Alt bendir á, at tað verður NSÍ, sum enn eina ferð fer at vinna fulla úrtøku ímóti Skála. Hesa ferð var tað miðvallarin Magnus Olsen, sum skoraði. Trý Olsen mál hjá NSÍ – Olsen, Olsen og Olsen!

 

30) 1-2: Klæmint A. Olsen

So er NSÍ aftur á odda. Miðvallarin Magnus H. Olsen smekkaði til av brotsteigarmarkinum. Mark Ryutin hálvbjargaði, og toppskjúttin var fyrstur á returbóltinum.

 

23) 1-1: Brian Jacobsen

Skála hevur svarað aftur. Álopsspælarin Brian Jacobsen hevur skorað!

 

15) 0-1: Andy Olsen

Grannauppgerð er í góðveðrinum á Skála. NSÍ plagar at standa seg væl ímóti grannunum, og NSÍ er á odda. Andy Olsen var tað, sum setti hol á.

Árni Frederiksberg átti innleggið úr høgru.

 

 

Skála-NSÍ kl. 18.30

Dómari: Petur Reinert

Skála: Mark Ryutin – Holgar Durhuus, Pætur Dam Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R. Joensen – Ólavur Mikkelsen, Edvin Jacobsen, Pauli G. Hansen, Andras Frederiksberg, Jákup Johansen  – Brian Jacobsen

NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Einar Tróndargjógv – Árni Frederiksberg, Haraldur R. Højgaard, Magnus H. Olsen, Andy Olsen – Jann Martin Mortensen, Klæmint A. Olsen

 

----

 

LIÐUGT

0-3

85) 0-3

EB/Streymur hevur havt risa møguleika at økja um leiðsluna, og Gunnar Zachariasen hvur havt risa møguleika at skora hattrikk. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki til EB/Streym, men Hans Jørgensen bjargaði, tá ið Gunnar Zachariasen royndi seg úr ellivu metrum.

Eiler Rasmussen dømdi brotsspark eftir nærdyst millum Evrard Blé og Gunnar Zachariasen.

 

60) 0-3

B68 hevur kanska havt bóltin meiri enn gestirnir, sum tó hava verið nógv effektivari. Merkisvert er tað, at Ibrahim Camara fyri fyrstu ferð í hesum umfarinum er á B68 liðnum. Hann var í tveimum førum eftir steðgin tætt við, tá ið hann royndi seg við stútara.

 

HÁLVLEIKUR

0-3

 

38) 0-3: Hans Pauli Samuelsen

So er møguleiki fyri skrædli.

 

35) 0-2: Gunnar Zachariasen

Lítil ivi man vera um, at øll stigini eru á veg av Svangaskarði og norður í Sundalagið. Nú er Gunnar Zachariasen tvífaldur málskjútti.

 

10) 0-1: Gunnar Zacharisen

Líkindini at spæla fótbólt eru fín á Svangaskarði. EB/Streymur stríðist fyri at varðveita møguleikan av vinna pláss í europeisku kappingini næsta summar, meðan B68 hevur lítlan møguleika at varðveita plássið í bestu deildini.

Gunnar Zachariasen hevur lagt EB/Streym framum.

 

B68-EB/Streymur kl. 19.00

Dómari: Eiler Rasmussen

B68: Hans Jørgensen – Niklas Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Ovi Brim, Mads Rosenberg – Hákun Edmundsson, Evrard Blé, Jann Ingi Petersen, André Olsen – Ibrahim Camara, Óli H. Olsen

EB/Streymur: René Tórgarð – Jónas þór Næs, Egil á Bø, Gert Hansen, Jóhannes Hansen – Niels Pauli Danielsen, Marni Djurhuus, Rógvi Egilstoft Nielsen – Gunnar Zachariasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen

 

 

 

 

----- 

LIÐUGT

0-3

 

85) 0-3

Árni G. Nielsen er komin á vøllin í staðin fyri Lukasz Cieslewicz hjá B36, sum hevur misnýtt risa møguleika. Heðin Stenberg stórbjargaði við beinparadu, tá ið Adeshina Lawal royndi seg.

 

80) 0-3: Adeshina Lawal 79.

Tað er øgiligur fagnaður í B36 leguni á Argjum. Eftir skjótt og neyvt samanspæl millum Lukasz Cieslewicz og Adeshina Lawal hevur hesin seinni staðfest sigursferðina á Argjum.

Símun Joensen hevur avloyst Klæmint Matras hjá B36.

 

72) 0-2

At AB roynir at koma aftur í aftur ber við sær, at tað er spenningur í báðum endum. Eftir flatt innlegg var um reppið, at Adeshina Lawal økti um munin, men Heðin Stenberg bjargaði meistarliga.

At fleiri AB spælarar hava sæð gult ber við sær, at reyða kortið hongur í luftini.

Rasmus Dan Sørensen hjá B36 er komin á vøllin í staðin fyri Andrias Eriksen.

Mikkjal Hentze er komin á vøllin í staðin fyri Kára Nielsen hjá AB.

 

68) 0-2

AB roynir at leggja trýst á, og nú var um reppið, at tað eydnaðist. Eftir horna stútaði Sorin Anghel úr góðari støðu dygst við síðuna av málinum.

 

HÁLVLEIKUR

0-2

Beinir Ellefsen hjá AB hevur sæð gult. Stutt eftir frísparkið, sum bar gula kortið við sær, var tað aftur fríspark, og aftur var Beinir Ellefsen upphavið. Dómarin bríkslaði, men hann fór ikki í lumman!

 

40) 0-2

B36 hevur fult og heilt tamarhald á støðuni. Lukasz Cieslewicz hjá B36 hevur sæð gula kortið.

 

35) 0-2: Lukasz Cieslewicz br 34.

B36 fer við risa fetum fram ímóti FM heitinum. Nú hevur Lukasz Cieslewicz umsett brotsspark til mál.

Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, tí hann helt, at Sorin Anghel hevði nýtt hondina. Sorin Anghel og Kári Nielsen hjá AB og Klæmint Matras hjá B36 hava sæð gula kortið.

 

23) 0-1

B36 er leikliga omaná. Heimaliðið leggur nógv arbeiði í at verja, men tað gongst ikki so væl at fara í skjót mótálop.

B36 er á odda, og B36 hevur síðani leiðslumálið havt risa møguleika fyri at økja um leiðsluna.

Klæmint Matras, sum í dag er liðformaður hjá B36, hevur sæð gult fyri fríspark ímóti Jógvan Skeel Nolsøe.

 

15) 0-1: Høgni Eysturoy 15.

Eftir at Lukasz Cieslewicz fór um koll, bríkslaði dómarin fyri brotssparki. Adeshina Lawal royndi seg úr ellivu metrum, Heðin Stenberg hálvbjargaði, men Høgni Eysturoy var fyrstur á returbóltinum og setti bóltin í málið.

 

10) 0-0

Tað eru góð líkindi og stórur spenningur á Argjum, har toppliðið og FM favoritturin B36 í eitt sindur broyttari útgávu vitjar.

 

5) 0-0

Høgni Eysturoy, sum plagar at vera vongverji, men sum í dag er framrættaður í høgru, hevur havt góðan møguleika, men temjingin var ikki nóg góð.

 

AB-B36 kl. 18.00

Dómari: Ransin N. Djurhuus

AB: Heðin Stenberg – Jónas Stenberg, Andreas B. Vágsheyg, Dmitrije Jankovic, Beinir Ellefsen – Jógvan Skeel Nolsøe, Hørður Mohr, Kári Nielsen, Jobin Drangastein, Sorin Anghel – Aleksandrs Cekulajevs

B36: Tórður Thomsen – Andrias Eriksen, Hørður Askham, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Høgni Eysturoy, Róaldur Jakobsen, Klæmint Matras, Rógvi Poulsen – Lukasz Cieslewicz, Adeshina Lawal

 

------

 

 

LIÐUGT

2-0

Poul Ingason er komin á vøllin í staðin fyri Jóan Símun Edmundsson hjá HB.

 

83) 2-0

Einki bendir á, at HB ikki fer at vinna øll stigini, hóast heimaliðið mest sum allan 2. hálvleik hevur verið undirmannað. Fróði Benjaminsen er saman við Rógva S. Hom í HB miðverjuni.

Innskifti Frank Poulsen er farin av aftur vøllinum, og fyri hann er Bogi Løkin komin inn á ÍF miðvøllin.

 

 

75) 2-0: Heini Vatnsdal 75.

Eftir innlegg hevur miðvallarin Heini Vatnsdal við høvdinum økt um HB leiðsluna. Innleggið átti innskifti Pál Mohr Joensen.

HB tykist vera komið úr stóra tronganum, eftir at yvirmannaðu fuglfirðingarnir í fitta løtu hava trýst.

 

70) 1-0

Tað er ÍF, sum pressar, og tað er HB, sum verjir. Málskjúttin í 1. hálvleiki, Andrew av Fløtum er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Pál Mohr Joensen.

 

60) 1-0

Dagsskráin er fullkomuliga broytt í Gundadali. Nú er tað HB, sum roynir at verja, meðan yvirmannaðu fuglfirðingarnir leypa á. Teitur M. Gestsson í HB málinum hevur orduliga víst sínar dygdir.

 

50) 1-0

HB er undirmannað. Jóhan Troest Davidsen hevur sæð reytt fyri at brúka neyðbremsuna ímóti Kristoffuri Jakobsen. Krisfoffur tók bóltin av HB miðverjanum, sum brúkti neyðbremsuna.

 

45) 1-0

ÍF hevur enn eina ferð skift skaddan spælara út. Hesa ferð var tað Arnold Kristiansen, sum noyddist skaddur av vøllinum, og í hansara stað er komin Pól Magnus Petersen.

 

40) 1-0

Heimaliðið hevur tak á støðuni, men tað er framvegis intenst og spennandi, tí munurin er bara eitt mál.

 

35) 1-0

Fáir og smáir málmøguleikar. HB roynir at leggja press á frammarlaga á vøllinum.

 

28) 1-0

Síðstu løtuna hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar.

 

22) 1-0: Andrew av Fløtum

HB hevur verið greitt omaná, og miðskeiðis í 1. hálvleiki hevur HB lagt seg framum. Eftir innlegg var tað veteranurin Andrew av Fløtum, sum hegnisliga við hælinum stýrdi bóltin í handara síðunetið.

Uppleggið átti væl upplagdi Kristin R. Mouritsen.

 

15) 0-0

ÍF er frammanundan illa skaðaplágað, og longu nú hava fuglfirðingar skift út. Miðverjin Jógvan Isaksen er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Frank Poulsen.

 

 

HB-ÍF kl. 18.00

Dómari: Páll Augustinussen

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi S. Holm, Alex José dos Santos – Levi Hanssen, Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal – Kristin R. Mouritsen, Andrew av Fløtum, Jóan Símun Edmundsson

ÍF: Jákup Mikkelsen – Áki Petersen, Bartal Eliasen, Jógvan Isaksen, Jan Ó. Ellingsgaad - Kristoffur Jakobsen, Heri Nesá, Bogi Reinert Petersen - Fritleif í Lambanum, Dánjal á Lakjuni, Arnold Kristiansen

 

--- 

LIÐUGT 

1-1

 

60) 1-1

Tað er lívligari í Sarpugerði nú, enn tað var í fyrra umfarinum.

Finnur Justinussen hjá Víkingi kom ikki á vøllin eftir steðgin. Hann varð skaddur tíðliga í 1. hálvleiki, og Víkinga læknin Andrias Petersen metti tað ikki ráðiligt, at Finnur fór á vøllin aftur eftir steðgin. Í hansara stað kom Ingi Sørensen.

 

55) 1-1: Páll A. Klettskarð

Klaksvíkingar hava svarað aftur. Páll A. Klettskarð skoraði eftir fríspæling frá Hjalgrími Elttør, ið sneiddi seg leysan yvir 15-20 metrar. Hjalgrím spældi Páll leysan eitt sindur í vinstru. Geza Turi stórbjargaði í fyrstu atløgu, men Páll var fyrstur á returinum og skoraði.

 

50) 1-0: sjálvmál

Víkingur er á odda. Klaksvíkingar hava gjørt sjálvmál!

Tað var KÍ miðvallarin Henry Heinesen, sum var so óheppin at stýra bóltin í egið mál.

 

 

HÁLVLEIKUR

0-0

Tað verður ikki lagt fyri í álopspartinum.

Súni Olsen hevur roynt seg við frísparki úr 40 metrum, men bólturin fór við síðuna av.

Ndende royndi seg miðskeiðis í hálvleikinum við stútara eftir innlegg, men bólturin fór við síðuna av.

 

35) 0-0

Tað er linligt í góðveðrinum í Sarpugerði. Higartil hevu tað bara verið ein málmøguleiki, tá ið Víkinga miðvallarin Súni Olsen royndi seg ímóti KÍ málinum.

 

Víkingur-KÍ kl. 18.00

Dómari: Lars Múller

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sámal Jákup Joensen, Súni Olsen, Sølvi Vatnhamar, Philip Djordjevic – Andreas Lava Olsen, Finnur Justinussen

KÍ: Meinhardt Joensen – Johan Jacobsen, Jonas Flindt Rasmussen, Sørmundur Kalsø, Heðin á Lakjuni – Henry Heinesen, Ndende, Ivan Joensen, Heðin Klakstein, Hjalgrím Elttør, - Páll A. Klettskarð

 

-----

 

 

75) 1-3

Nú er tað tómgongd á Skála. Heimaliðið tykist ikki megna at svara aftur, og NSÍ leiðslan kennist trygg. NSÍ spælararnir varðveita bóltin, og kanska eru teir farnir at huga um umfarið, sum verður á skránni sunnudagin.

 

60) 1-3: Magnus H. Olsen

Alt bendir á, at tað verður NSÍ, sum enn eina ferð fer at vinna fulla úrtøku ímóti Skála. Hesa ferð var tað miðvallarin Magnus Olsen, sum skoraði. Trý Olsen mál hjá NSÍ – Olsen, Olsen og Olsen!

 

30) 1-2: Klæmint A. Olsen

So er NSÍ aftur á odda. Miðvallarin Magnus H. Olsen smekkaði til av brotsteigarmarkinum. Mark Ryutin hálvbjargaði, og toppskjúttin var fyrstur á returbóltinum.

 

23) 1-1: Brian Jacobsen

Skála hevur svarað aftur. Álopsspælarin Brian Jacobsen hevur skorað!

 

15) 0-1: Andy Olsen

Grannauppgerð er í góðveðrinum á Skála. NSÍ plagar at standa seg væl ímóti grannunum, og NSÍ er á odda. Andy Olsen var tað, sum setti hol á.

Árni Frederiksberg átti innleggið úr høgru.

 

 

Skála-NSÍ kl. 18.30

Dómari: Petur Reinert

Skála: Mark Ryutin – Holgar Durhuus, Pætur Dam Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R. Joensen – Ólavur Mikkelsen, Edvin Jacobsen, Pauli G. Hansen, Andras Frederiksberg, Jákup Johansen  – Brian Jacobsen

NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Einar Tróndargjógv – Árni Frederiksberg, Haraldur R. Højgaard, Magnus H. Olsen, Andy Olsen – Jann Martin Mortensen, Klæmint A. Olsen

 

----

 

 

38) 0-3: Hans Pauli Samuelsen

So er møguleiki fyri skrædli.

 

35) 0-2: Niels Pauli Danielsen

Lítil ivi man vera um, at øll stigini eru á veg av Svangaskarði og norður í Sundalagið.

 

10) 0-1: Gunnar Zacharisen

Líkindini at spæla fótbólt eru fín á Svangaskarði. EB/Streymur stríðist fyri at varðveita møguleikan av vinna pláss í europeisku kappingini næsta summar, meðan B68 hevur lítlan møguleika at varðveita plássið í bestu deildini.

Gunnar Zachariasen hevur lagt EB/Streym framum.

 

B68-EB/Streymur kl. 19.00