B36 hevði eitt greitt og gott útgangsstøði, tá ið teir í kvøld vóru á vitjan hjá OFK Titograd í Montenegro. Talan var um seinna dystin í fyrsta umfari í Europa League. Fyrri dysturin í Gundadali endaði málleysur 0-0.
B36 fekk eina keðiliga byrjan upp á dystin í kvøld, tí OFK Titograd legði seg á odda 1-0 longu í fjórða minutti. Málskjútti var Zoran Petrovic, og so var tað B36, sum hevði fyri neyðini at skjóta mál. Fleiri mál komu tó ikki í fyrra hálvleiki.
Seinni hálvleikur var bara góðar fimm minuttir gamal, tá ið Benjamin Heinesen var á blettinum eftir eitt innlegg og ein returbólt – hann setti bóltin í eitt tómt mál, og so var støðan 1-1. Við hesari støðuni var B36 víðari.
OFK Titograd gjørdi nógv fyri at fáa avgerandi málið, og teir løgdu eisini eitt gott trýst á. Tað gjørdi B36 sær dælt av, og Kaimar Saag legði B36 á odda tá ið sjey minuttir restaðu í. Hetta skuldi vísa seg at vera avgerandi málið.
Við 2-1-sigri í kvøld og somuleiðis samanløgdum 2-1-sigri, so er B36 nú í øðrum umfari í Europa League. Har verður mótstøðan turkiska stórfelagið, Besiktas. Teir dystirnir verða spældir 26. juli og 2. august.
Beinleiðis tekstafrásøgnin, sum in.fo hevði frá dystinum, kann lesast niðanfyri:
OFK Titograd – B36 1-2 (1-0)
1-0: Zoran Petrovic, 4.
1-1: Benjamin Heinesen, 51.
1-2: Kaimar Saag, 83.
Liðugt: B36 vann dystin 2-1 og er víðari í Europa League. Teir møta nú turkiska stórfelagnum, Besiktas.
90min.: Tríggir minuttir eru lagdir afturat.
87min.: Gilli Samuelsen er komin inn fyri málskjúttan, Kaimar Saag.
83min.: 2-1 til B36! Kaimar Saag hevur lagt B36 á odda 2-1. Uppleggið átti Lukasz Cieslewicz.
79min.: Ungi stríðsmaðurin, Magnus Holm Jacobsen, hevur runnið fyri seg. Inn kemur Robert Heðin Brockie.
75min.: Heimaliðið leggur trýst á og hevur havt hornaspark.
71min.: B36 skiftir út. Hugin Samuelsen kemur inn í staðin fyri málskjúttan, Benjamin Heinesen.
70min.: OFK Titograd hevur verið mest á bóltinum síðstu løtuna.
65min.: Heimaliðið roynir seg, men Rói Mørk Hentze bjargar.
60min.: B36 er framvegis væl við. Nú tiltuskaðu teir sær hornaspark.
51min.: Javnleikur 1-1! Benjamin Heinesen hevur javnað til 1-1. Eftir eitt innlegg, ein stútara og ein returbólt er Benjamin fyrstur á bóltinum og potar hann í málið.Sum støðan er nú, so er B36 víðari.
Hálvleikur: OFK Titograd er á odda 1-0 í hálvleikssteðginum. Setningurin hjá B36 er greiður: teir skulu hava eitt mál.
45min+: Beint undan steðginum roynir Alex Mellemgaard seg við skoti, men bólturin fer ikki á rammuna.
45min.: Tveir minuttir eru lagdir afturat.
45min.: Eli F. Nielsen fær gula kortið fyri takkling.
42min.: B36 er væl við hvat leikbýti viðvíkur. Tað hava tó ikki verið tær heilt spentu støðurnar enn.
36min.: Heimaliðið hevur roynt seg við einum skoti á mál. Rói Mørk Hentze bjargar.
32min.: OFK Titograd má skifta út. Út fer ein skaddur Zoran Petrovic, og inn kemur Vojin Pavlovic.
30min.: B36 hevur havt meira spæl fyrsta hálva tíman.
27min.: Heimaliðið roynir seg við skoti, men tað fer við síðuna av.
19min.: OFK Titograd tiltuskar sær fyrsta hornasparkið í dystinum, men einki spyrst burturúr.
8min.: Kaimar Saag roynir seg við einum skoti, men málverjin hjá OFK Titograd bjargar.
4min.: 1-0 til OFK Titograd! Marrubyrjan hjá B36. Heimaliðið hevur lagt seg á odda 1-0.
1min.: Dysturin er bríkslaður í gongd.
Byrjunaruppstilling: Rói Mørk Hentze – Erlendur Magnusson, Bjarni Petersen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Magnus Holm Jacobsen – Benjamin Heinesen, Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen – Kaimar Saag