Formaðurin í B36 seinastu trý árini, Rúni Herup Olsen, hevur boðað nevndini frá, at hann nú gevst sum formaður. Tað boðar heimasíðan hjá felagnum frá í kvøld.
Eftir trý ár sum formaður í B36 hevur Rúni Herup Olsen tikið avgerð um, at hann takkar fyri seg í hesum umfarinum. Ein avgerð, sum nevndin í B36 hevur tikið til eftirtektar.
Rúni Herup Olsen kom í nevndina fyri fimm árum síðani, og í 2016 gjørdist hann formaður, tá Heiðrikur Christiansen av arbeiðsávum takkaði fyri seg.
- Eingin ivi er um, at hetta eru keðilig tíðindi fyri okkum mongu í B36. Rúni hevur røkt formanssessin við nærlagni og hegni, og hann hevur verið nógv avhildin av øllum kring B36, skrivar heimasíðan hjá felagnum.
Fram til aðalfundin, sum verður tíðliga í 2019 verður tað Sámal Ímundarson, sum fer at røkja formanssessin. Sámal Ímundarson var undan hesum næstformaður í nevndini.