B36 hevur beina kós ímóti FM heitinum. Hjá næstbesta liðnum hevur dagsskráin alt kappingarárið verið stríð fyri at varðveita plássið í næstbestu deildini.
Í gjárkvøldið varð staðfest, at næstbesta B36 liðið næsta kappingarár verður í triði bestu deildini.
B36 hevur seinastu nógvu umførini kappast við NSÍ um at sleppa undan næstaftasta plássinum. Í gjárkvøldið var innanhýsis uppgerð í Runavík. Talan var um útsettan dyst frá átjandi umfari.
NSÍ vann 3-1. NSÍ er á áttanda plássi við 27 stigum, og B36 er á níggjunda plássi við 17 stigum. Harvið eru tað tíggju stig frá NSÍ og aftur til B36. Tað eru trý umfør eftir av kappingarárinum, og tískil er tað greitt, at B36 nú er flutt niður saman við MB.
Stóri maðurin á NSÍ liðnum í gjár var Petur Knudsen, sum skoraði øll málini.
25. umfar verður leygardagin: AB-07Vestur, MB-B36, B68-Víkingur, B71-Skála og NSÍ-KÍ.
1.deild
NSÍ-B36 3-1 (1-1)
1-0: Petur Knudsen 28.
1-1: Gestur Bogason Dam 32.
2-1: Petur Knudsen 53.
3-1: Petur Knudsen 89.