Tað er nú greitt, at B36 flytur niður úr næstbestu deildini. Hetta var veruleiki, eftir at B36 tapti grannauppgerðina ímóti HB 3-2, og eftir at bæði Giza Hoyvík og Suðringar vunnu fulla úrtøku.
Nú tað eru tvey umfør eftir at spæla, hevur B36 24 stig, Suðringar hava 31 stig, og Giza Hoyvík hevur 32 stig.
Giza Hoyvík vann 1-0 á útivølli ímóti B68, og Suðringar eru á veg úr Klaksvík við 2-1 sigri. Hálvleiksstøðan var 1-1, men fram ímóti dystarloki skoraðu Suðringar sigursmálið, sum ber við sær, at tað undan tveimum teimum síðstu umførunum er greitt, at Suðringar ikki flyta niður.
KÍ-Suðringar 1-2 (1-1)
0-1: Gutti Kristiansen
1-1: Jógvan Isaksen
1-2: David Múller
Víkingur-NSÍ 2-0 (0-0)
1-0: Asbjørn Svensson
2-0: Elias Lervig
B68-Giza Hoyvík 0-1 (0-0)
0-1: Ahmed Keita
HB-B36 3-2 (2-1)
1-0: Hjalti K. Djurhuus
1-1: Jákup á Borg
2-1: Símun Samuelsen
2-2: Uni Holm Johannesen
3-2: Hans Jákup Annfinsson
AB-ÍF 9-0 (3-0)
1-0: Bjarki Nielsen
2-0: Bárður Olsen
3-0: Filip í Liða
4-0: Sørin N. Samuelsen
5-0: Filip í Liða
6-0: Teitur D. Olsen
7-0: Sørin N. Samuelsen
8-0: Teitur D. Olsen
9-0: Cristian í Garði
Støðan eftir 25 umfør
AB 61
Víkingur 47
KÍ 46
B68 43
HB 36
NSÍ 33
Giza Hoyvík 32
Suðringar 31
B36 24
ÍF 0
26. umfar
Leygardagin 14. oktober
ÍF-B36
NSÍ-HB
Giza Hoyvík-KÍ
AB-B68
Suðringar-Víkingur
27. umfar
Leygardagin 21. oktober
KÍ-AB
Víkingur-Giza Hoyvík
B68-ÍF
HB-Suðringar
B36-NSÍ