Fyri einum mánaði síðani setti AB B36 uppá pláss í Gundadali í kappingini um Løgmanssteypið. Tá vann AB dystin 3-1, men í dystinum í dag er líkt til, at B36 ætlar at hevna tað tapið.
Dysturin var bert 4 minuttir gamal, tá B36 tók leiðsluna. Hanus Thorleifsson breyt ígjøgnum í høgra borði og sendi bóltin inn í brotsteigin. Har var Sylla fyrstur á bóltinum, og so var 1-0.
Men B36 vóru ikki lidnir enn. Tríggjar minuttir seinni var aftur gali, og málið kom á sama hátt, sum tað fyrsta. Hanus Thorleifsson breyt enn einaferð ígjøgnum í høgra borði, áðrenn hann sendi bóltin inn fyri. Enn einaferð var Sylla fyrstur á bóltin, og áleyparin frá Fílabeinsstrondini sendi bóltin í netið til 2-0.
Tað vil siga, at B36 hevur vunnið seg fram um 2-0 eftir bert sjey minuttum.