Fyri triðju ferð kemur nú ein B36-fløga á marknaðin. Hesa ferð er tað manningin handan Showmenn, sum saman við Terja Rasmussen hava staðið fyri útgávuni. Teir fýra, sum manna Showmenn eru James Olsen, Kim Hansen, Jens Marni Hansen og Rógvi á Rógvu.
Og í B36-høpi er talan sum so ikki um nakrar ársungar. Terji var longu partur av fløguni, sum varð send á marknaðin í 1996, og í 1999 var Kim Hansen maðurin handan næstu svørt/hvítu fløguna.
Nú er triðja fløgan so komin á marknaðin, og lítil ivi man vera um, at hendan fer at vera partur av jólapakkunum í nógvum heimum í høvuðsstaðnum.