B36 fingið nýggja nevnd

Eini 60 folk vóru møtt upp á eykaaðalfundinum hjá B36 í kvøld, har eittans mál var á skrá, nemliga val av nýggjum nevndarlimum.

Á myndini: Súsanna, Sigurd, Marita, Uni, Maj-Britt og Jaspur. Poul Rói manglar á myndini (Kelda: B36 á Facebook)

Hetta bleiv skjótt avgreitt, og longu 45 minuttir seinni hevði nevndin skipað seg, skrivar B36 á Facebook.

 

Fyri val stóðu Maj-Britt Hellisdal, Bogi Petursson Nielsen og Dánjal Petersen. Bogi og Dánjal takkaðu fyri, meðan Maj-Britt tók við afturvali.

 

Nýggj í starvsnevnd hjá B36 eru Uni Holm Johannesen og Jaspur Enghamar.


Nýggja nevndin skipaði seg soleiðis :

Marita, forkvinna

Súsanna, næstforkvinna

Jaspur, kassameistari

Sigurd, skrivari

Uni, Maj-Britt og Poul Rói, nevndarlimir

 

– Vit ynskja at takka Boga og Dánjal fyri teirra arbeiðið fyri B36 og ynskja Una og Jaspuri vælkomnar - og sjálvandi allari nevndini góðan eydnu, skrivar B36 á Facebook.

 

 

Á myndini: Súsanna, Sigurd, Marita, Uni, Maj-Britt og Jaspur. Poul Rói manglar á myndini (Kelda: B36 á Facebook)