B36 fingið nýggjan formann

Sjúrður Norðbúð er nýggjur formaður í B36, eftir at Kjartan Mohr ikki tók við afturvali á aðalfundinum mánakvøldið

Mánakvøldið takkaði Kjartan Mohr fyri seg sum formaður í B36. Ársaðalfundur var í B36, og har tók Kjartan ikki við afturvali. Hann segði, at tað er blivið alsamt tyngri at reka eitt fótbóltslið í fremstu røð.
Maiken Poulsen, sum hevur verið kassameistari, tók seg úr nevndini, og fyri hana og Kjartan vóru valdir Sjúrður Norðbúð og Mikkjal Helmsdal.
Eftir aðalfundin skipaði nýggja nevndin seg við Sjúrður Norðbúð sum formanni. Judith Eysturoy er næstformaður, Símun Midjord kassameistari, og Hannis Egholm skrivari.

Virkin B36'ari
53 ára gamli Sjúrður Norðbúð hevur verið virkin í B36 í nógv ár. Sjúrður varð føddur í Klaksvík, men hann hevur búð nógv ár í Havn, umframt at hann eisini hevur verið uttanlands eitt skifti.
Sjúrður hevur spælt við 1. deild hjá B36, hann hevur havt ymisk ábyrgdarstørv í felagnum, og hann var eisini dómari í fleiri ár.
Nú skal Sjúrður royna seg sum formann í B36.