B36 fer at velja nýggjan formann

Jákup Mørk hevur boðað frá, at hann tekur ikki við afturvali á aðalfundinum, sum verður seinna partin av februar

Týskvøldið var aðalfundur í HB, og tá skifti felagið formann. Tormóður Stórá loysti Kaj Leo Holm Johannesen av.

Nú er tað greitt, at hitt stóra felagið í Gundadali eisini fer at skifta formann. Enn er ikki ásett, nær aðalfundurin verður, men tað er greitt, at tá ið aðalfundurin verður um nakrar vikur, fer formaðurin at leggja frá sær.

-Eg havi boðað nevndini frá, at eg taki meg aftur sum formaður, og at eg fegin haldi fram í nevndini.

Tað sigur Jákup Mørk, sum síðani aðalfundin í fjør hevur verið formaður í B36. Hann hevur verið nevndarlimur í fleiri ár. Áðrenn hann varð valdur til formann, hevði hann bókhaldið.

-Orsøkin til at eg taki meg úr formanssessinum er, at eg havi ikki stundir til at vera formaður, sigur Jákup Mørk íkvøld.

Í B36 nevndini eru umframt Jákup Mørk næstformaðurin Sámal Ímundarsson, kassameistarin Rolf Herup Olsen og nevndarlimirnir Símun Grønadal, Jákup Lamhauge, Steinbjørn Hardlei, Anja Weyhe og Ronnie Thomassen.