B36 fekk sær luft í hálvleikinum


B36 brúkti ein hálvleik til at hita upp, tá ið B68 var í Gundadali sunnudagin. Oddaliðið úr Havn hevði nógv spæl fyrru trý korterini, men tað var ikki fyrr enn eftir steðgin, at teir fingu hol á málskjótingina.
B68 var komið til Havnar fyri at leggja dent á verjupartin. Onkrar dystir í seinnu hálvu hevur B68 roynt at fara fram at gera mál frá dystarbyrjan, men í gjár royndu teir fyrst og fremst at hugsa um at halda tætt í verjupartinum.
Tað eydnaðist í 45 minuttir, tí í fyrra hálvleiki kom einki mál. B36 sat á mesta spælinum, men heimaliðið hevði ilt við at spæla seg til stórar ella opnar málmøguleikar.
Einu ferðina var veruligur vandi á ferð, og tað var tá ið miðvallarin Hanus Thorleifsson sendi eitt skot á stongina.
 
B36 avgjørdi
Seinni hálvleikur fekk eina lívliga byrjan, tí B36 kláraði upp á tveir minuttir at gera tað, sum teir ikki høvdu klárað í trý korter frammanundan  teir skoraðu tvey mál og avgjørdu dystin ímóti botnliðnum av Toftum.
Tað var minni enn ein minuttur farin, tá ið fyrra málið kom. B68 leyp á í høgru síðu, bólturin varð spældur til Fróða Benjaminsen, sum spældi álopssinnaður miðvallari, hann fór fram við einum verjuspælara og legði bóltin fyri føturnar á Sylla, sum smekkaði bóltin í málið til 1-0.
Minuttin seinni skoraði Fróði Benjaminsen sjálvur. Hann varð sendur avstað í einum kontraálopi, og so skoraði hann ímóti sínum bygdamonnum.
10 minuttir seinni var Sylla aftur upp á spæl. Hann varð sendur av stað nakað til vinstru, dróg fram ímóti B68-málinum, og áðrenn nakar varnaðist tað, hevði Sylla sent ein bólt út um málmannin og inn við handaru stong. So var 3-0 til B36, og allur ivi um sigurin í dystin var beindur av vegnum.
 
B68 fekk troystarmál
Toftamenn vóru sera tamir í hesum dystinum, men í seint í dystinum minkaðu teir um munin. Jann Ingi Petersen sendi eitt fríspark innfyri, og so var Julian Johnsson aftur á rætta staðnum og stútaði bóltin í málið. Hetta var triði dysturin á rað, at hann skoraði fyri B68.
Sigurin hjá B36 var fult uppiborin, tí tað kundi bert verða ein vinnari av dystinum, har B36 royndi at leypa á, og B68 royndi at verja.
Toftamenn hava eina strævna uppgávu fyri framman. Teir eru eitt av trimum liðum, sum stríðast ímóti niðurflytingini, og nú fækkast umførini av álvara. Í løtuni hevur VB/Sumba frægastu støðuna í botninum, men innanhýsis dystir eru eftir millum botnliðini, og teir verða avgerandi fyri, hvør skal yvirliva í bestu deildini.
B36 hongur í har frammi á stigatavluni, men hetta vikuskiftið broyttist einki, tí øll tey fremstu liðini vunnu sínar dystir.