33 ára gamli António Emanuel Carvalho Nobre úr Portugal skal døma fyrra dystin í øðrum umfari í Europa Conference League undankappingini millum B36 og Tre Fiori úr San Marino.
Dysturin á ovara vølli í Gundadali byrjar í annaðkvøld klokkan 18.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.
António Nobre hevur dømt dystir í bestu portugisisku fótbóltsdeildini síðani 2017. So talan er um ein hampuliga royndan dómara.
Farna kappingarár gav hann 6,3 gul kort í snitt pr. dyst í bestu portugisisku fótbóltsdeildini.
António Nobre dømdi farna mikukvøld dystin í Champions League undankappingini millum Batumi úr Georgia og Slovan Bratislava úr Slovakia, ið Slovan Bratislava vann 2-1 aftaná longda leiktíð. Í tí dystinum gav António Nobre fimm gul kort.
António Nobre dømdi sín fyrsta altjóða dyst í 2019.










