Emma Lind Simonsen fer at spæla við B36 í ár, boðar B36 frá. Hon er 20 ára gomul, og er uppvaksin í Aab. Í 2022/23 las hon í USA, og spældi tá við liðnum á skúlanum. Síðani vendi hon heim aftur til Aab.
- Hon royndarvandi her í januar, og vit ivaðust ikki eina løtu í, at vit vildu hava Emmu at spæla fyri B36. Hon hevur spælt nógv í miðverjuni, men hon kann spæla á fleiri plássum, verður sagt úr B36.
Sjálv sigur Emma Lind Simonsen, spælitíð og upplivingar eru ein partur av avgerðini at skifta til føroyskan fótbólt.
- Eg helt tað vera ein góður møguleiki at fáa nógva spælitíð og eisini nakrar góðar upplivingar. Eg kendi meg væl í felagnum og millum fólkini her, tá eg vitjaði B36 eitt vikuskifti í januar. Tí valdi eg, at taka av møguleikanum.
B36 bleiv nummar fýra í landskappingini í fjør.