B36 føroyameistari

  

Sunnudagin 22. juli 1962 gjørdust B36 føroyameistari í fótbólti í 1. deild. Sosialurin skrivar, at tað vóru TB og B36, ið leiktu í Havn. B36 vann dystin 1-0.
Tveir aðrir landskappingardystir vórðu eisini leiktir hendan dagin. Tað vóru meðaldeildar- og dreingjaliðið hjá ÍF, ið leiktu móti B36. Eisini hesar dystirnar vann B36. meðaldeildardystin við 6-2 og hin dystin við 5-1.