B36: Fýra broytingar á liðnum

Jákup á Borg hevur sett liðið og tað verða fýra broytingar frá seinasta dysti

B36 skal í kvøld spæla móti Besiktas í 2. undanumfarinum í Europa League. Besiktas vann fyrra dystin í Gundadali 2-0. Jákup á Borg, venjari hjá B36, hevur nú sett liðið til dystin í Istanbul í Turkalandi, sum byrjar klokkan 19.

 

Trygvi Askham, Eli F. Nielsen, Benjamin Heinesen og Michal Przybylski eru nýggir frá byrjan, meðan Rói M. Hentze, Alex Mellemgaard, Magnus H. Jacobsen og Kaimar Saag ikki verður við frá byrjan. Hartil kann nevnast, at Alex Mellemgaard og Hannes Agnarsson ikki eru við, tí mett verður ikki at teir eru klárir.

 

Um gongd sum væntað, so er hetta seinastu ferð, at Magnus H. Jacobsen spælir við B36. Hann skiftir til Pacos de Ferreira í næstbestu deildini í Portugal. 18 ára gamli miðvallarin er á bonkinum í dag.

 

Dysturin byrjar klokkan 19. FM1 sigur frá Europa League dystinum millum Víking og Torpedo Kutaisi, og flygir gongdini í Turkalandi, har B36 og Besiktas spæla.

 

B36 (4-2-3-1):

Trygvi Askham – Andrias H. Eriksen, Bjarni Petersen, Odmar Færø, Erlendur Magnusson – Robert Heðin Brockie – Benjamin Heinesen, Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen – Michal Przybylski