Síðstu dagarnar hava tíðindini úr B36 verið, at fleiri av spælarunum, ið verða roknaðir at verða lyklaspælarar í kappingini, sum nú bara er stóra viku burtur, eru so mikið plágaðir av skaðum, at ivasamt er, um teir verða førir fyri at vera við í fyrstu umførunum.
B36 søgan í kvøld er positiv, vita góðar keldur í felagnum at siga.
Hon snýr seg um, at átjan ára gamli Magnus Holm Jacobsen er á veg aftur í barndómsfelagið B36, eftir at hann síðsta stóra hálva árið hevur verið í Portugal.
Magnus Holm Jacobsen kann brúkast í fleiril plássum. Í fjør var hann, tram til hann mitt í august fór av landinum, ofta sentralur miðvallari. Magnus spældi í fjør sambært faroesoccer.com trettan ferðir í landskappingini, og hann spældi fimm ferðir á U-19 landsliðnum.
Tá ið Magnus í august í fjør fór til Portugals, var tað fyri at royna eydnuna í Pacos de Ferreira. Besta liðið hjá felagnum er í næstbestu deildini. Magnus varð roknaður sum spælari, ið á U-19 liðnum skuldi mennast. Tað var tó skjótt, at hann eisini vandi saman við teimum vaksnu, men enn hevur hann ikki verið á besta liðnum.
Góðar keldur í B36 vita at siga, at Magnus verður í Føroyum undan vikuskiftinum. Harvið verður hann ivaleyst millum áskoðararnar, tá ið B36 seinnapartin sunnudagin fer at spæla stórsteypadyst ímóti HB, og í næstu viku fer hann at venja í B36.