B36 fær ikki bilbukt við meistararnar

Tað varð leitað eftir yvirskotinum mest sum alla tíðini, tá ið NSÍ við teprum sigri á árstalsfelagnum styrkti um sína støðu í kappingini um næstfínastu krónurnar

Fótbóltur

 

Líkindini vóru fín, og stigatalvan boðaði frá, at tað vóru tvey av teimum bestu liðunum og harvið nógvir av bestu spælarunum í landinum, sum vóru á vøllinum við Løkin í Runavík.

Men í longum løtum var spælið ikki serliga polerað. Sendingarnar vóru ikki altíð so neyvar, avgerðirnar ikki altíð tær skilabestu, og flytingarnar vóru ikki so nógvar og skjótar, sum spælararnir á hesum báðum liðunum so ofta áður hava víst.

Kappingarárið er farið at halla. NSÍ og B36 vóru leingi gullkandidatar. Bæði feløgini hava síðstu árini vunnið nógv, og tí telur tað næstbesta als ikki so nógv, sum tað ger at vinna sjálvan tindin.

Hetta mundu vera orsøkir til, at poleraða fótbóltsspælið ikki gjørdist tað, sum tað kundi verið roknað við, tá ið tvey tey bestu liðini brustu saman. Viljin var góður, men yvirskotið at útinna tað, sum ætlanin heilt víst hevur verið, var ikki so stórt, sum tað plagar at vera. Kanska sinniliga og likamliga møðin er farin at spøkja eftir nógva og intensa venjing í skjótt tíggju mánaðir.

Áskoðararnir vórðu hildnir á pínubeinkinum alla tíðina. Bara eitt mál varð skorað, og tað var heimaliðið, sum átti tað. Málskjútti var sera arbeiðssami Hjalgrím Elttør, sum var púra leysur, tá ið hann við innaru síðuni setti bóltin framvið Meinhardi Joensen í B36 málinum, eftir at Karoly Potemkin hevði verið við í uppspælinum.

Potemkin hevði fleiri ferðir góðar møguleikar at skjóta mál, men hann var ikki neyvur, og í onkrum støðum hevði tað ivaleyst verið møguleiki fyri, at tað spurdist meiri burturúr, um hann heldur hevði valt uppaftur leysari viðspælarar.

Serliga í 1. hálvleiki hekk spælið ikki serliga væl saman. B36 legði bragdligari fyri, og í 1. hálvleiki spældu teir seg fleiri ferðir ígjøgnum í vinstru. Men álopstyngdin hjá teimum var ikki stór. Sam Malsom var einsamallur heilt á toppinum, meðan Ingi Højsted var á sentrala miðvøllinum saman við Róaldi Jacobsen og liðformanninum Klæminti Matras.

Í 2. hálvleiki var heilt øskukalt hjá gestunum, B36 uppspælið var ofta fram eftir miðásinum, og tað bar fleiri ferðir við sær, at NSÍ miðvøllurin vann bóltin av teimum, og so gekk tað skjótt móti málinum hjá Meinhardi Joensen. Tað var júst ein sovorðin støða, sum bar við sær, at B36 lítið korter undan leikloki misti ein mann. Liðformaðurin, Klæmint Matras, fekk í eitt sindur kroystari støðu mitt á bóltin fram frá miðverjuni. Teir gulu struku avstað við bóltinum, og haldaragjaldið var fríspark. Gula kortið var á lofti, og tá ið stríðsmaðurin longu eina ferð frammanundan hevði sæð tann litin, noyddist hann av vøllinum.

Sum 2. hálvleikur leið, hevði NSÍ væl betri tak á tí. B36 flutti miðverjan Dimitrij Jankovic fram í álopið, uttan at tað gjørdist vandamikið. Einasta veruliga B36 royndin var langskot frá Magnusi Olsen, sum brast í tvørtræið aftanfyri Tórð Thomsen, sum hevði lítið at gera. Heima yvirvágin bar tó ikki fleiri mál við sær. Tá ið Lars Müller bríkslaði fyri síðstu ferð, var heimafagnaðurin stórur.

NSÍ liggur væl á silvurkósini, meðan teir í B36 fyri aðru ferð í ár fóru vónbrotnir av vøllinum við Løkin. Á eystanstevnu taptu teir 3-1, og heldur ikki á heimavølli hevur tað í ár eydnast at vinna fulla úrtøku ímóti NSÍ. Tá ið teir gulu vitjaðu í Gundadali, var úrslitið 1-1!

- Vit fegnast um sigurin. Í 2. hálvleiki var hugburðurin fínur. Tað er hann, sum vit skulu halda fast um, staðfesti liðformaðurin, Óli Hansen, sum saman við landsliðsspælaranum Jóhan Troest Davidsen hevði havt gott tak á einsamalla B36 álopsspælaranum. Óli plagar at taka ein dyst í senn. Næstu ferð verður tað oddaliðið EB/Streymur, sum fer at vitja við Løkin!