Fótbóltur
EB/Streymur vann seg aftur á slóðina, tá teir í gjárkvøldið vunnu tryggan sigur á B36.
Tað var tó ikki so nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um so sannførandi sigur eftir fyrstu trý kortini.
Tá var støðan 1-0 til gestirnar, og hóast EB/Streymur hevði havt sín stóra møguleika, tá Johan Ellingsgaard á strikuni bjargaði roynd frá Hans Paula Samuelsen, so sat B36 á tí mesta.
Um hálvan hálvleikin skeyt Christian Restorff Mouritsen eisini B36 framum, tá álop í høgru endaði við, at bólturin varð rullaður útfrá til ískalda Christian, sum hegnisliga legði bóltin í vinstra síðunet.
Sum dagur og nátt
Umframt málið hevði B36 havt eitt hampuligt trýst, sum gav úrslit í fleiri deyðbóltsstøðum, men í seinna hálvleiki koppaði alt fullkomuliga á.
EB/Streyms-spælararnir komu út sum eitt ódnarveður. Teir vunnu nærdystirnar og teir høvdu ferð og brodd í spælinum, og eftir einum korteri gav hetta úrslit. B36 vildi hava rangstøðu dømda í tí, sum gjørdist upptaktin til brotssparksmálið hjá Santos, men tað legði EB/Streymur líka í, og fýra minuttir seinni skoraði Brian Olsen til 2-1, tá hann átti seinasta stútaran eftir eitt sindur av aftur og fram í brotsteiginum.
Og so stóð bara undirhald á skránni við Margáir. Sorin Anghel skoraði við framúr langskoti, eftir at hann fyrst hevði drigið ein mann av sær, og stutt fyri leiklok kundi Arnbjørn Hansen staðfesta sigurin, eftir at hann á baklinjuni hevði snýtt Klæmint Matras so ruddiliga.
Aftur móti Europa
Sigurin ber við sær, at EB/Streymur fótaði sær aftur í heiðursmerkjastríðnum, har teir nú aftur eru at finna sum nummar tvey á talvuni. Ein støða, sum væl ikki er heilt so galin, hóast greipan í ár verður úr silvuri heldur enn gulli.
Hjá B36 vísti hetta hinvegin,a t tað framvegis er nakað eftir á mál, áðrenn teir kunnu kenna seg tryggar í Vodafone-deildini. Og við dystum móti liðum, sum í løtuni stríðst fyri heiðursmerki, er eingin løtt uppgáva eftir á skránni hjá B36.









