B36 eyðmýkti grannarnar

Hóast níggju ímóti ellivu, so megnaði B36 við Róaldi Jakobsen á odda at senda HB úr kappingini og harvið tryggja sær pláss í steypafinaluni

Tað var sovorðið drama í Gundadali í dag, sum tað sjáldan ella kanska ongantíð áður hevur verið í steypakappingini.

B36 sendi við 3-2 sigri HB úr steypakappingini og seg sjálvt í steypafinaluna.

At tað skuldi eydnast B36 at vinna er heilt torført at skilja.

Heilt leingi var B36 undirmannað. Fyrst reyk Patrik Johannesen út, tá ið hann sá gult fyri aðru ferð og harvið reytt, tá ið hann hevði fínan møguleika at spæla Lukasz Cieslewicz púra blankan, men valdi at fara sjálvur og datt um málverjan.

So var tað Eli Falkvard Nielsen, sum sá beinleiðis reytt fyri hevnisøku, og so var B36 brekkan ófatuliga brøtt.

 

Tá ið miðverjin Bartal Wardum skoraði fyri aðru ferð, og HB legði seg framum 2-1 heilt tíðliga í longdu leiktíðini, so sá tað út til at vera avgjørt.

Men B36 reisti seg, og serliga var tað miðvallarin Róaldur Jakobsen, sum vísti, hvør dugur er í honum. Hann sendi fríspark beinleiðis í HB málið, og harvið var 2-2 og B36 aftur á veg í finaluna.

HB trýsti og trýsti, og teir níggju B36 spælararnir vardu í egnum brotsteigi. Brádliga slapp Róaldur Jakobsen leysur á egnari hálvu. Hann sá, at HB málverjin var frammi ímóti miðlinjuni, og so Róaldur av møguleikanum og sendi bóltin í málið.

 

Í B36 húsinum var alt á gosi, og í HB húsinum hingu tey við nevinum. Nú er tað ikki reytt og svart, men bara svart.

 

HB-B36 1-1 (0-0) 2-3 eftir longda leiktíð

1-0: Bartal Wardum 50.

1-1: Erlendur Magnussen 82.

2-1: Bartal Wardum 92.

2-2: Róaldur Jakobsen 98.

2-3: Róaldur Jakobsen 120.

B36 í finaluna sum samantaldur vinnari við 4-3.

Dómari: Dagfinn Forná

HB: Teitur Matas Gestsson - Jógvan Rói Davidsen (Martin Bergvold, 67.), Jóhan Troest Davidsen, Bartal Wardum, Ári Mohr Jónsson - Levi Hanssen, Rókur av Fløtum Jespersen (Tróndur Jensen, 99.), Heðin Hansen - Sebastian Pingel, Aleksandar Stankov, Símun Samuelsen (Adrian Justinussen, 73.)

Gult kort: Jógvan Rói Davidsen, Heðin Hansen

Reytt kort: Jóhan Troest Davidsen (beinleiðis reytt) 120.

Venjari: Sigfríður S. Clementsen

B36: Tórður Thomsen - Erlendur Magnussen, Andrias H. Eriksen, Odmar Færø, Bjarni Petersen - Róaldur Jakobsen, Eli Falkvard Nielsen - Pætur Petersen (Gestur Bogason Dam, 46.), Lukasz Cieslewicz (Gilli Samuelsen, 91.), Benjamin Heinesen (Magnus Holm Jacobsen, 77.) - Patrik Johannesen

Gult kort: Tórður Thomsen, Andrias H. Eriksen, Benjamin Heinesen

Reytt kort: Patrik Johannesen (tvey gul) 61., Eli Falkvard Nielsen (beinleiðis reytt) 69.