B36 hevur í dag hølvað ÍF av í Fuglafirði!
Úrslitið var 5-0 til B36, sum í hálvleikinum var á odda 2-0.
ÍF legði bragdligari fyri, men eftir at B36 hevði sett hol á, tá ið ein knappur hálvur tími var farin, var tað árstalsfelagið, sum setti dagsskránna, og í 2. hálvleiki var tað bara ein spurningur um, hvussu stórur sigurin fór at verða.
5-0 sigurin er tann størsti hjá B36 í ár, og 5-0 tapið er tað størsta, sum ÍF hevur lagt rygg til í ár.
Sigurin ber við sær, at B36 nú hevur 21 stig, meðan ÍF framvegis hevur 24 stig.
ÍF-B36 0-5 (0-2)
0-1: Bárður Olsen 29.
0-2: Christian R. Mouritsen 38.
0-3: Róaldur Jacobsen 54.
0-4: Róaldur Jacobsen 75.
0-5: Magnus Olsen 85.
Dómari: Rúni Gaardbo
ÍF: Eyðun Madsen - Fritleif í Lambanum, Uni Reinert Petersen, Høgni Zachariassen, Jan Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni (Sverri Ellingsgaard, 82.), Frank Poulsen, Karl Løkin (Ari Ellingsgaard, 78.), Andy Olsen - Nenad Saric, Øssur Dalbúð
B36: Jóan Pauli Dahl Jakobsen - Johan Ellingsgaard (Magnus Olsen, 73.), Fróði Clementsen, Dimitrij Jankovic, Oddmar Færø - Róaldur Jacobsen (Heini í Skorini, 81.), Klæmint Matras, Bárður Olsen - Hjalgrím Elttør, Christian R. Mouritsen, Høgni Eysturoy (Ingi Højsted, 66.)
-----
85 min.
0-5
Innskifti Magnus Olsen var fyrstur á, eftir at Eyðun Madsen í ÍF málinum hevði hálvbjargað skotroynd.
0-5: Magnus Olsen 85.
81 min.
0-4
Karl Løkin, ÍF, út, og Ari Ellingsgaard inn.
Róaldur Jacobsen, B36, út, og Magnus Olsen inn.
80 min.
0-4!
ÍF hevur roynt, men nærri enn skoti frá Øssuri Dalbúð, sum Jóan Pauli D. Jakobsen bjargaði á stólpan eru teir ikki komnir.
Í staðin hevur Róaldur Jacobsen økt um leiðsluna til 4-0, eftir at hann sneiddi seg framvið fleiri mótstøðuspæplarum.
0-4: Róaldur Jacobsen 77.
68 min.
0-3
Ingi Højsted loysir Høgna Eysturoy av á B36 miðvøllinum.
65 min.
0-3
Eingin ivi tykist vera um, at øll stigini eru á veg úr Fuglafirði og í Gundadal!
Miðskeiðis í 2. hálvleiki hevur B36 økt um leiðsluna, sum nú er 3-0.
Málskjútti hesa ferð var Róaldur Jacobsen, sum var leysur aftanfyri verjuna, eftir at Hjalgrím Elttør hevði lagt innfyri. Linjuverjin veittraði fyri rangstøðu, men dómarin peikaði á miðjuna.
3-0: Róaldur Jacobsen 65.
----
55 min.
0-2
ÍF hevur eftir steðgin lagt meiri fyri í álopspartinum. Enn hevur hetta ikki borið upplagdar málmøguleikar við sær.
B36 lúrir eftir møguleikum at fara í skjótálop, og tá ið teir hvítu fara í álop, er tað vandamikið.
---
Hálvleikur
0-2!
Mótbrekkan tykist brøtt hjá heimaliðnum, sum hevur havt ilt við at fáa álopsspælið fram í síðunum at bera til.
Inntil B36 fekk fyrra málið leikaði javnt á, og heimaliðið var eitt sindur omaná, men síðani Bárður Olsen skoraði til 1-0 hevur árstalsfelagið sett dagsskránna, og seks minuttir undan hálvleikinum skoraði Christian R. Mouritsen til 2-0 til B36.
---
Tað gongur sum eftir ánni hjá B36 í Fuglafirði.
Seks minuttir undan steðginum hevur B36 økt um leiðsluna, sum nú er 2-0. Málskjútti hesa ferð var Christian R. Mouritsen, sum stýrdi innleggi úr vinstru frá væl upplagda Hjalgrími Elttør í málið!
---
Nú stórur hálvur tími er farin í Fuglafirði, er B36 á odda 1-0. Málskjútti var miðvallarin Bárður Olsen, sum við skoti av brotsteigarmarkinum í høgru umvegis ein av teimum reyðu sendi bóltin í málið aftanfyri Eyðun Madsen.
B36 hevur síðstu løtuna verið tætt við tvær ferðir.
1-0: Bárður Olsen 29.
----
Miðskeiðis í 1. hálvleiki er støðan framvegis málleystur javnleikur.
B36 hevur ofta trupulleikar í uppspælinum, og tað ger, at skjótálopini hjá heimaliðnum verða vandamikil.
Áskoðarafjøldin hevur onkuntíð verið størri í Fuglafirði, enn hon er tað í dag.
Merkisvert er tað, at tað er Eyðun Madsen, sum verjir ÍF málið. Jákup Mikkelsen hevur verið skaðaplágaður, men hann er so mikið frægur, at hann situr á beinkinum.
ÍF-B36 kl. 15.00
Dómari: Rúni Gaardbo
ÍF: Eyðun Madsen - Fritleif í Lambanum, Uni Reinert Petersen, Høgni Zachariassen, Jan Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Frank Poulsen, Karl Løkin, Andy Olsen - Nenad Saric, Øssur Dalbúð
B36: Jóan Pauli Dahl Jakobsen - Johan Ellingsgaard, Fróði Clementsen, Dimitrij Jankovic, Oddmar Færø - Róaldur Jacobsen, Klæmint Matras, Bárður Olsen - Hjalgrím Elttør, Christian R. Mouritsen, Høgni Eysturoy