B36 er við aftur

Við sigrinum á LÍF er B36 við aftur í oddastríðnum, hóast liðið enn er trý stig aftanfyri fremsta liðið. Sigurin hjá B36 var uppiborin, tí heimaliðið spældi seg fram til fleiri møguleikar og hevði bóltin meira

 

B36 ? LÍF 5-3 (2-1):


2. deild


Eftir eina góða byrjan uppá kappingarárið er liðið hjá leirvíkingum dottið niður á næstniðasta plássið, og teir liggja í løtuni til at spæla upp- og niðurflytingardyst móti næstfremsta 3. deildarliðnum. B36 heldur hinvegin fast í oddaliðunum og hevur góðan møguleika at vinna heiðursmerki í ár.

Eingin ivi var um, at B36 var betra liðið í dystinum móti LÍF leygardagin. B36 skapti fleiri málmøguleikar og hevði greiða yvirvág í leiki størsta partin av dystinum.

Tað var annars LÍF, sum fekk fyrsta málið. Tann ungi framherjin Magnus Skoralíð, varð spældur leysur, og hann sendi spakuliga framvið málverjanum hjá B36, sum var komin út ímóti.

B36 hevði annars havt meira spæl undan málinum, og tí mundi tað koma sum ein hvøkkur fyri heimaliðið. B36 megnaði tó at leggja seg framum, áðrenn hálvleik. Fyrst var tað Brynleif Hansen, sum gjørdist leysur og langaði til úr spískum upp undir nettakið. Síðani skoraði Áki Mørk til 2-1 stutt fyri steðgin.


2. hálvleikur málríkur

Tá dómarin bríkslaði í gongd, setti B36 ferðina upp, og tað eydnaðist at leggja seg framum 4-1, áðrenn LÍF raknaði við aftur.

Liðformaðurin Karl Leonsson økti um leiðsluna til 3-1, tá hann setti fótin á bóltin inni í málteiginum, og Áki Mørk var aftur á blettinum løtu seinni. So tóktist sum um dysturin var liðugur.

LÍF gjørdi tó ein vørr afturat. Dómarin bríkslaði fyri einum heldur ivasomum brotssparki, sum Tomek Resel setti inn, og sami Resel sendi síðani eitt fríspark beinleiðis í netið. Millum málini hjá Resel hevði Rógvi Róin skotið eitt mál í hinum endanum.

Samanumtikið var tað ein uppiborin sigur til havnarmenn, sum enn eru við í stríðnum um oddasessin. LÍF er hinvegin í botninum av stigatalvuni, har GÍ er aftast. Ein sera týdningarmikil dystur verður komandi leygardag, tá botnliðini hittast í Gøtu.


B36 ? LÍF 5-3 (2-1)

0-1: Magnus Skoralíð

1-1: Brynleif Hansen

2-1: Áki Mørk

3-1: Karl Leonsson

4-1: Áki Mørk

4-2: Tomek Resel (br.)

5-2: Rógvi Róin

5-3: Tomek Resel