Tað stendur nógv upp á spæl í toppdystinum seinnapartin. B36 fær vitjan av Víkingi, sum enn ikki hevur tapt í landskappingini í ár.
Setningurin hjá Víkingi er at lyfta seg nærri oddaliðnum KÍ, sum við sigri á Skála í gjárkvøldið legði seg fimm stig framum meistararnar.
Setningurin hjá B36 er við sigri at blanda seg upp í stríðið um heiðursmerkini. Undan uppgerðini seinnapartin eru tað tólv stig fram til toppin og sjey stig fram til Víking, sum er næstfremst.
Víkingur hevur ikki tapt í landskappingini. Í steypakappingini var tað B36, sum við 1-0 heimasigri í fjórðingsfinaluni sendi Víking úr kappingini.
Eli Falkvard Nielsen er leikbannaður, og skaðalistin hjá B36 er framvegis langur: Alex Mellemgaard, Høgni Eysturoy, Fróði Rasmussen, og Jógvan Skeel Nolsøe eru skaddir. Tað er ivasamt, um Philip Lund og Christian R. Mouritsen eru førir fyri at spæla. Patrik Johannesen er tøkur aftur eftir leikbann.
Hjá Víkingi eru Sorin Anghel og Jákup Vatnhamar Olsen skaddir, og Magnus Jarnskor er tøkur aftur eftir leikbann.