Átta ferðir hevur verið spælt um verandi útgávuna av Løgmanssteypinum, og í løtuni liggur B36 best fyri at vinna steypið til ognar. Hetta ger tað liðið, sum í einum tíggjuára-skeiði vinnur steypið oftast. Higartil eru allar súlurnar og eitt løgmanssteyp endað í HB-húsinum, men ta siðvenjuna tykist B36 vera ávegis at broyta. Um so er, at tað stendur á jøvnum millum tvey ella fleiri lið, tá tíggju ár eru liðin, verður spælt víðari, til eitt lið hevur vunnið steypið oftast, so enn kunnu onnur enn B36 taka sær av steypinum, men eftir 2006 sær talvan soleiðis út:
3 sigrar: B36 (2001, 2003, 2006)
2 sigrar: GÍ (2000, 2005)
1 sigur: KÍ (1999), NSÍ (2002), HB 2004)










