B36 er nú á bronsuplássinum

B36 hevur í kvøld vunnið 3-1 á heimavølli ímóti NSÍ. Leingi sá tað út til, at einki mál fór at verða skorað, tí talan var ikki um upplagdar málmøguleikar. Men síðstu løtuna eksploderaði tað orduliga.

 

Síðsta korterið vórðu fýra mál skorað, og B36 vann 3-1. Sigurin ber við sær, at bæði NSÍ og B36 hava 20 stig. B36 er nummar trý, tí málmunurin hjá árstalsfelagnum er betri enn hann er hjá NSÍ. Í morgin hittast EB/Streymur og KÍ í Streymnesi. Ein møguligur vinnari fer at lyfta seg fram á triðja plássið.

 

Jákup á Borg legði B36 á odda eftir kiks í NSÍ miðverjuni. Adeshina Lawal átti uppleggið Lítla løtu seinni javnaði Klæmint A. Olsen eftir flatt innlegg úr vinstru frá Árna Frederiksberg. So gekk aftur ein lítil løta, og so var aftur mál. Ta ferðina var tað innskifti Benjamin Heinesen, sum eftir langt innkast úr vinstru setti bóltin í NSÍ málið, og so var 2-1 til B36.

 

Fram ímóti dystarenda spenti NSÍ álopsbogan, og tá var tað, at heimaliðið staðfesti sigurin. Enn eina ferð var tað eftir langa framlegging frá Símuni Joensen aftarlaga úr vinstru hjá B36, at Adeshina Lawal vann nærdyst í luftini við NSÍ miðverjuna, streyk avstað og sendi bóltin millum beinini á NSÍ málverjanum Kristiani Joensen. 3-1 til B36, og fagnaðurin í B36 skýlinum var øgiligur.

 

14. umfar

ÍF-Víkingur 2-1

B36-NSÍ 3-1

Í morgin

EB/Streymur-KÍ

07Vestur-HB

AB-TB

 

Støðan

HB 28

ÍF 24

B36 20

NSÍ 20

EB/Streymur 19

KÍ 19

TB 16

Víkingur 16

07Vestur 7

AB 6

ÍF, B36, NSÍ og Víkingur hava spælt 14 dystir, og hini liðini hava spælt 13 dystir.

 

 

LIÐUGT

3-1

 

92) 3-1: Adeshina Lawal 90.+2.

So hevur B36 tryggjað sær stigini. Eftir langa framlegging frá Símuni Joensen aftarlaga úr vinstru, vann Adeshina Lawal luftdystin við NSÍ miðverjuna. Adeshina streyk avstað og sendi bóltin millum beinini á NSÍ málverjanum.

Rasmus Dan Sørensen kom eftir fagnaðin um málið á vøllin fyri Adeshina Lawal.

 

4 minuttir lagdir aftrat!

 

90) 2-1

Benjamin Heinesen hevur aftur verið í góðari støðu, men tá ið hann royndi ímóti málinum, varð bólturin blokeraður til hornaspark.

Árni Frederiksberg hevur sæð gula kortið.

 

85) 2-1: Benjamin Heinesen 81.

Nú gongur skjótt í Gundadali. NSÍ legan var ikki meiri enn liðug at fegnast um útjavnandi málið, tá ið B36 enn eina ferð legði seg á odda. Hesa ferð var tað innskifti Benjamin Heinesen, sum skoraði. Eftir langt innkast úr vinstru varð hann leysur í brotsteiiginum, tá ið hann setti bóltin framvið NSÍ málverjanum. Stórur fagnaður í B36 skýlinum, har tey annars vóru við at staðfesta, at teirra lið ikki megnar at vinna dystir.

Jákup á Borg er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Høgni Midjord.

 

 

80) 1-1: Klæmint A. Olsen 78.

NSÍ hevur javnað. Málskjútti var liðformaðurin Klæmint A. Olsen. Árni Frederiksberg legði flatt innfyri úr vinstru, og Klæmint var á rætta plássinum í røttu løtuni, tá ið hann stýrdi bóltin í málið.

NSÍ hevur sett Meinhard Olsen á vøllin í staðin fyri Magnus Olsen.

 

75) 1-0: Jákup á Borg 74.

B36 hevur lagt seg á odda. Jákup á Borg trillaði bóltin inn um mállinjuni, tá ið hann var púra leysur mitt fyri málinum. Støðan stóðst eftir óhepna støðu í NSÍ miðverjuni. Símun Joensen legði aftarlaga úr vinstru hjá B36 bóltin fram, og NSÍ miðverjin Jens Joensen tóktist fult og heilt at hava tak á støðuni. Men ólukkutíð fyri hann og NSÍ, so gleð hann, og so streyk Adeshina Lawal avstað við bóltinum. Hann kom í góða støðu at skjóta, men hann valdi at trilla bóltin upp á tvørs til Jákup á Borg, sum skoraði. Tað luktar av fleiri málum!

 

 

70) 0-0

So er LUkasz Cieslewicz farin av vøllinum. Í hansara stað er Benjamin Heinesen komin.

 

65) 0-0

Gongdin er tann sama. Annar av B36 miðverjunum, Hørður Askham, hevur sæð gula kortið. B36 hevur í átta av trettan dystum spælt javnt, og NSÍ hevur fimm ferðir verið partur av javnleiki. Í løtuni er tað mangt, sum bendir á, at liðini aftur í dag fara av vøllinum við einum stig í part.

 

60) 0-0

Eftir ein tíma er tað framvegis málleyst í Gundadali, men fyrsta korterið eftir steðgin hevur B36 tvær ferðir verið tætt við. Í fyrra førinum var tað Jákup á Borg, sum royndi seg við vinstrabeinsskoti, eftir at Gilli Sørensen hevði lagt flatt innfyri úr vinstru, og í seinna førinum var tað, tá ið Lukasz Cieslewicz royndi at senda bóltin upp í málhornið. Í báðum førum var Kristian Joensen tryggur skansi í NSÍ málinum. Spælbýtið er framvegis rættuliga javnt.

 

45) 0-0

Nú eru spælararnir farnir undir tak í Gundadali. Einki mál er skorað í 1. hálvleiki. B36 hevur verið eitt vet meiri á bóltinum, men talan hevur ikki verið um yvirvág. NSÍ hevur kanska lagt størri dent á verjupartin, men tað hevur onkra ferðina eydnast at fara í´skjót álop, uttan at tað hevur verið vandamikið. Besta royndin hjá teimum gulu og svørtu var, tá ið Árni Frederiksberg stutt ndan steðginum royndi seg við frísparki úr 20 metrum, men bólturin fór omanfyri málið.

Einar Tróndargjógv sá gult, tá ið hann óregluliga steðgaði Jákupi á Borg í gjøgnumbroti.

 

35) 0-0

Framvegis málleyst í Gundadali, har líkindini at spæla fótbólt eru av teimum allar bestu.

Abraham Løkin hevur umskipað liðið nakað, tá ið sammett verður við undanfarnu ferðirnar. Magnus Olsen og Andrass Frederiksberg eru hesa ferð sentralir miðvallarar saman við Sjúrði Jacobsen, meðan Jann Martin Mortensen hesa ferð ikki er millum teir fyrstu ellivu. Hjá B36 er Robert Heðin Brockie sentralur miðvallari saman við Róaldi Jacobsen.

Einar Tróndargjógv hjá NSÍ hevur sæð gula kortið.

 

30) 0-0

Tað gongur framvegis friðarliga fyri seg í Gundadali. Eftir hálvan tíma er framvegis málleyst, og talan hevur ikki verið um upplagdar málmøguleikar. Tvær ferðir hevur tað líka sum ligið í luftini, at tað skuldi verða vandamkið, tá ið NSÍ fór í skjótt snarálop, men í báðum førum vórðu royndirnar steðgaðar, áðrenn tað á nakran hátt gjørdist vandamikið.

 

20) 0-0

B36 hevur í dag vitjan av NSÍ. Fyrsta bríkslið var klokkan 17, og støðan er framvegis málleysur javnleikur.

Talan hevur higartil ikki verið um upplagdar málmøguleikar. B36 var omaná fyrsta korterið, men nú hevur spælið javnað seg aftur.

Lawal var við at bróta ígjøgnum tað einu ferðina, men Jens Joensen steðgaði honum óregluliga og sá gula kortið fyri tað.

 

B36-NSÍ kl. 17.00

Dómari: Alex Troleis

B36: Tórður Thomsen - Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Martin Pedersen, Símun Joensen - Jákup á Borg, Robert Heðin Brockie, Róaldur Jacobsen, Gilli Sørensen - Lukasz Cieslewicz, Adeshina Lawal

NSÍ: Kristian Joensen - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Einar Tróndargjógv - Andrass Frederiksberg, Sjúrður Jacobsen, Magnus Olsen - Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen, Andy Olsen